Størstu talentini og bestu álopini møtast

EM24: Tað er Lamine Yamal móti Jamal Musiala. Tvey av størstu talentunum í heiminum

Í dag verða tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum, sum er í Týsklandi. Í báðum førum er talan um stórdyst. Klokkan 17 spæla Spania og Týskland, og í kvøld spæla Frakland og Portugal. Her upptakin til dystin millum Spania og Týskland.

 

Spania – Týskland (17.00)

 

Leikvøllur: MHPArena, Stuttgart

 

Dómari: Anthony Taylor

 

Sjónvarp: TV 2

 

Fyrrverandi týski landsliðsmálverjin, Jens Lehmann, hevur kallað spanska landsliðið fyri eitt ungdómslandslið. Hendan útsøgnin sleppur at standa sín roynd seint seinna partin í dag. Spania hevur staðið fyri nøkrum av tí besta spælinum, sum EM hevur havt at bjóða uppá.

 

Ein av lyklaspælarunum hevur verið 16 ár gamli fólkaskúlanæmingurin Lamine Yamal. Bóltsnillingurin hjá FC Barcelona verður roknaður sum eitt av størstu talentunum í heiminum i løtuni.

 

Hann skal spæla móti millum annað Jamal Musiala. Hóast týski miðvallarin er fimm ár eldri, so er hann bara 21 ára gamal og enn eitt talent. Hann spælir við Bayern Munchen og er ein av vóninum hjá Týsklandi, um teir skulu vinna EM á heimavølli.

 

Hetta er londini, ið hava havt flest málroyndir til EM-endaspælið. Tey hava samanlagt bara latið trý mál ígjøgnum og tá tað kemur til avleveringar, so er hetta tvey bæði liðini, ið hava flestar rættar avleveringar.

 

Jens Lehmann heldur fyri, at tað verður Týskland, sum vinnur, tí teir hava fleiri royndir og fleiri stórar og sterkar spælarar. Eitt er vist – tað er lagt upp til ein hyggjaravinarligan dyst klokkan 17.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Spania: Unai Simón; Carvajal, Le Normand, Laporte, Cucurella; Pedri, Rodri, Fabián Ruiz; Yamal, Morata, Williams

 

Týskland: Neuer; Kimmich, Rüdiger, Tah, Raum; Andrich, Kroos; Musiala, Gündoğan, Wirtz; Havertz