Samgongan hevur framt eina stóra skattaumskipan, sum serliga lættir um hjá lág- og miðalløntum.
Sambært landsstýrinum var endamálið við umskipanini at lækka inntøkuskattin.
– Skattastigin hevur verið óbroyttur síðstu átta árini. Samstundis eru lønirnar hækkaðar. Hetta hevur merkt økt skattatrýst á lønarinntøku, og at alsamt fleiri løntakarar rinda hægri skatt av síðst vunnu krónu, skrivar landsstýrið í ískoytistilfarinum til ólavsøkurøðu løgmans. Og har verður hildið fram:
– Við skattaumskipanini rindar stóra fjøldin av miðalløntum lægri skatt av síðst vunnu krónu. Fyri ein fastløntan arbeiðara merkir skattalættin í 2025 600 kr. meira um mánaðin og 10% meira útgoldið fyri yvirtíð. Stóra fjøldin av miðalløntum fáa um 1000 kr. um mánaðin í skattalætta, meðan landsstýrisfólk og onnur við høgum lønum fáa 300 kr.