Suðuroyartunnil nú!

So hendi tað aftur - Smyril avlýsti vegna veður, og Suðuroyggin var aftur uttan ferðasamband. Borgarar og vinnulív í Suðuroynni vóru aftur í gjár kastaði út eina støðu, har tey ikki vistu, um tey vóru keypt ella seld. Hendan støðan er ikki óvanlig, tíverri. Alt ov ofta standa vit suðuroyingar uttan samband, og tað er simpulthen ikki gott nokk!

 

 

 

Vit hava tørv á einum støðugum og álítandi sambandi til meginøkið, eins og flest onnur øki hava. Restin av landinum verður alsamt bundin meira saman, meðan Suðuroyggin bara dragnar longur og longur afturúr, bæði borgarar og vinnulív. Lækkandi fólkatalið í oynni talar sína greiðu talu.

 

 

 

Suðuroyingar ferðast javnan norður um fjørðin til meginøkið, ja nógvir fleiri ferðir um vikuna. Tað verið seg í arbeiðsørindum, læknaørindum, til ítrótt o.a., ið hoyrir dagsins samfelagi til. Farmur skal til og úr oynni, og vinnulívið í oynni virkar ikki einans í Suðuroynni, men kring um í landinum. Eitt støðugt og álítandi samband er altavgerandi fyri oynna!

 

 

 

Fjórði undirsjóvartunnilin er nú í ger, og er hann sandoyingum so sera væl untur! Í samband við allar fýra undirsjóvartunlarnar, hava røddir verið, ið hava skýrt teir at vera ørvitisprojektir, áðrenn byrjað var uppá teir. Í dag fegnast vit tó um hesar tunlar og vildu ikki verið teir fyriuttan! Soleiðis verður eisini við Suðuroyartunlinum. Alneyðugt er, at Suðuroyggin fær fast samband, og vit fara ikki at vilja vera tunnilin fyriuttan, tá hann er komin.

 

 

 

P/f Suðuroyartunnilin er sett á stovn, og nú er at smíða, meðan jarnið er heitt. Gongd má koma á arbeiðið við Suðuroyartunnlinum og tað ongantíð ov skjótt, skal Suðuroynni vera lív lagað.

 

 

 

Jónleyg J. Bech

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið