Tað kann skjótt verða einasti møguleiki fyri at tunnilin gerst veruleiki!
Politiska skipanin í Føroyum tykist ikki vera “girað” til hesa verkætlanina. Tað er sjón fyri søgn, eftir nærum 4 árum við A-B-M samgonguni. Fólkaflókkurin er sjónliga líkaglaður og Sambandsflokkurin liggur sum vanligt í kjalarvørðinum av Fólkaflokkinum og ger tað sama. Tíverri er ONKI hent hetta valskeiðið! Nú fáar mánaðir áðrenn valskeiðið endar, ætlar man at seta partafelagið Suðuroyartunnilin á stovn. Og sum hvørjaferð samgongan viðger Suðuroynna, uttan at nøkur íløgujáttan fylgir við. Gudforbarmisje, at vakna nú við sjóheitan grát, eftir at hava sovið tunnilin av sær!
Grønland fekk 700mio kr., sum eingangsupphædd, umframt 450 mió við donskum statsgarantii, við møguleika fyri at læna tað dupulta, til flogvallarnir í Nuuk og Ilulissat.
Sjálvandi skulu okur gera okkara ávirkan galdandi og virka fyri, at okur í Føroyum fáa antin statslán ella lán við statsgaranti til Suðuroyartunnilin, í tøttum samstarvi við Landstýrið. So leingi okur eru partur av ríkinum, er tað okkara rættur og vil tað fáa hægstu raðfesting frá mær!
Vert er at nevna, at Tunnilin er einasta átakið, ið kann forða fyri at sosiali ójavnin millum meginFøroyar og Suðuroynna skal vaksa enn meira.
Okur mugu brúka allar pallar, eisini fólkatingssessin fult út og harvið geva politisku skipanini í Føroyum tað neyðuga skumpið, sum ger Suðurtunnilin til veruleika.
Bjarni Hammer
Fólkatingsvalevni fyri javnaðarflokkin.