Hóast hann hevði vunnið allar fimm ferðirnar undan vestanstevnuni í Sørvági í dag, so lá tað ikki í kortunum, at FM favorittarnir umborð á Sundabátinum longu í dag fóru at tryggja sær meistaraheitið. Sundabáturin er ikki meistari, men tað er so tætt við, sum tað kann vera við, at báturin hjá teimum norðuri í Tronganum – í Norðdepli og Hvannasundi – tryggaði sær í dag FM heitið.
Meðan tað var øgilig kapping um næstfremsta plássið, so var yvirhøvur eingin ivi um fremsta plássið. Sundabáturin sprakk avstað, hann var heilt skjótt eina hálva og síðani eina heila bátslongd undan hinum, og fram ímóti málinum var tað í heilt stórum stíli, at Sundabáturin róði seg til stórsigur.
Í dag royndist tsð ikki so væl hjá Skúgvi, sum annars hevur verið næstfremstur higartil í ár. Starturin hjá teimum úr Sandavági var ikki góður, men hann togaði seg fram og saman við Víkingi endaði á triðja plássi.
Næstfremstur var Strálan av Strondum, sum fekk góðan start og var bestur í stóru kappingini um næstfremsta plássið. Merkisvert var tað eisini, at Norðurstovudánjal úr Sørvági í dag gjørdi meiri vart við seg, enn hann hevur gjørt fyrr í ár.
1 | Sundabáturin (NHR) | 05:07.24 | +00.00 | 7 | ||
2 | Strálan (Strálan) | 05:15.25 | +08.01 | 6 | ||
3 | Víkingur (HR) | 05:15.44 | +08.20 | 5 | ||
3 | Skúgvur (SÍF) | 05:15.44 | +08.20 | 5 | ||
5 | Norðstovudánjal (SR) | 05:16.40 | +09.16 | 3 | ||
6 | Gongurólvur (HR) | 05:17.03 | +09.79 | 2 | ||
7 | Sølmundur (NSÍ) | 05:17.32 | +10.08 | 1 | ||
8 | Herningur (RK) | 05:18.27 | +11.03 | 0 | ||
9 | Páll Fangi (KRF) | 05:21.17 | +13.93 | 0 | ||
10 | Sjódrekin (Skála) | 05:24.01 | +16.77 | 0 | ||
11 | Hósvikingur (HVR) | 05:35.43 | +28.19 | 0 | ||
12 | Lómur (AR) | 05:52.49 | +45.25 | 0 |
1 | Sundabáturin (NHR) | 6 | 42 | ||
2 | Skúgvur (SÍF) | 6 | 35 | ||
3 | Sølmundur (NSÍ) | 6 | 22 | ||
4 | Víkingur (HR) | 6 | 21 | ||
5 | Strálan (Strálan) | 6 | 19 | ||
6 | Gongurólvur (HR) | 6 | 17 | ||
7 | Norðstovudánjal (SR) | 6 | 8 | ||
8 | Herningur (RK) | 3 | 3 | ||
9 | Hvessingur (HSR) | 3 | 1 | ||
10 | Sjódrekin (Skála) | 6 | 1 | ||
11 | Jarnbardur (RK) | 1 | 0 | ||
12 | Lómur (AR) | 1 | 0 | ||
13 | Páll Fangi (KRF) | 2 | 0 | ||
14 | Hósvikingur (HVR) | 3 | 0 | ||
15 | Fortuna (VÍF) | 4 | 0 |
Manningin á Sundabátinum
Toftan - Bakborð
Olgar Fuglø
Toftan - Styriborð
Berint Jógvansson
Rúmið - Bakborð
Heðin Gregersen
Rúmið - Styriborð
Petur Martin Bertholdsen
Lærið - Bakborð
Brandur Andréson Matras
Lærið - Styriborð
Jónas Eyðunsson á Bergi
Róðursmaður/-kvinna
Jutta Petersen