Svevur tú nóg væl?

Vit brúka umleið ein triðing av lívinum í songini. Tí er tað ótrúliga umráðandi, at tú liggur væl!

Í Eikini droyma vit um, at tú fær ein so góðan svøvn sum gjørligt. Ein góður dagur byrjar við eini góðari nátt.

 

Ein song er bæði ein íløga í svøvnin og lívið. Við eini góðari song frá Eikini standa vit inn fyri, at svøvnurin batnar, og tú sovnar skjótari, tá høvdið rakar koddan.

 

Hvussu sovni eg skjótari? 10 góð ráð.

 

Ert tú ein teirra, ið liggur og vendir og snarar tær, tí tú ikki sovnar? Tað er ógvuliga frustrerandi og stressandi ikki at sovna. Serliga um tað er ein afturvendandi trupulleiki – og at tú skal tíðliga upp morgunin eftir. Svøvnmangul kann hava stórar avleiðingar fyri heilsuna og dagliga virksemi. Og tað verður trupult at liva optimalt, um tú ikki svevur nóg mikið.

 

Men hvat er at gera við trupulleikan? Tíbetur hava vit nøkur góð ráð, hvussu tú kann venja teg at sovna skjótari:

 

Gloym klokkuna

Klokkan er 01.16, og tú hevur enn ikki fingið blund í eyguni. Sjálvandi er tað frustrerandi. Men tað hjálpir einki at leggja dent á, hvat klokkan er. Tað hevur ivaleyst bara øvutan virknað, tá tú stressar yvir manglandi svøvnin. Niðurstøða: Hygg ikki eftir klokkuni!

Parkera tankarnar

Tað er kanska lættari sagt enn gjørt. Men vita, um tú klárar at stýra heilanum, áðrenn tú leggur teg í songina. Eitt gott “trick” er at skriva allar tankar og stúranir á eitt pappír, áðrenn tú fysisk fer inn í kamarið. Á hendan hátt parkerar tú allar teir stressandi og neiligu tankarnar, áðrenn tú leggur teg í songina. Royna í staðin at hugsa jaligar tankar – til dømis tey 2-3 bestu tingini frá brátt farna degnum.

Far upp og gang eitt sindur

Hevur tú ligið leingi uttan at sovna? Ella vaknar tú um náttini og sovnar ikki aftur? Far so upp, gang inn í eitt annað rúm og ger okkurt avslappandi. Les eitt sindur, lurta eftir onkrum róligum ella fá tær ein temunn. Tú kann eisini gera okkurt húsligt. Legg teg so aftur, tá tú følir møðina.

Tel niður frá 300

Í staðin fyri at telja seyðir, kanst tú brúka eitt annað svøvntrick: Rokna aftureftir. Byrja við talinum 300 og rokna aftureftir við at trekkja 3 frá hvørja ferð – 300, 297, 294, 291 og so framvegis. Endaliga er, at tú ikki kann hugsa um nakað annað, og at tað er so keðiligt, at tú sovnar.

Íðka

Reglulig motión er gott fyri nógv. Eisini svøvnin. Rør teg í minsta lagi 30 minuttir hvønn dag, men helst ikki ov tætt upp undir songartíð.

Slepp tær undan alkoholi og koffeini

Alkohol og koffein (til dømis kaffi) kunnu hava neiliga ávirkan á tín svøvn. Tað kann tí vera eitt gott hugskot at halda seg burtur frá tí, beint áðrenn tú skal í song.

Legg arbeiðið til síðis og les heldur eina bók

Tað er umráðandi at skapa bestu fortreytirnar fyri einum góðum svøvni. Tí er tað umráðandi at gevast at arbeiða nakað fyri songartíð, so høvdið ikki er fult av arbeiðsuppgávum. Legg arbeiðið til síðis og les heldur eina bók.

Skermur ella ikki?

Summir svøvnserfrøðingar ávara um brúk av telefon og sjónvarpi í kamarinum, meðan aðrir ikki síggja teir stóru trupulleikarnar við hesum. Royn sjálv/ur og vita, hvat riggar best fyri teg og tín svøvn.

Sov svalligt og ruddiligt

Tað er faktisk rættiliga umráðandi, at kamarið bjóðar inn til ró og avslapping. Syrg tí fyri, at kamarið er ruddiligt. Tað er eisini umráðandi, at tað er ikki er ov heitt. Eitt svalligt kamar hjálpir kroppinum at sova væl. Tann rætta dýnan er umráðandi, so tú svevur við røttum kropshita.

Slappa av

Upplivir tú ofta, at tú hevur ilt við at sovna? Forkela teg eitt sindur við einum fótabaði, massagu, yoga ella øvilsum. Og ikki stressa, um tú hevur trupulleikar við at sovna ella vaknar um náttina og ikki sovnar aftur. Slappa av. 

 

##med2##

 

Skapa tær bestu rammurnar fyri tín svøvn

 

Tað er umráðandi, at tú hevur tær bestu fyritreytirnar at sova væl. Tað byrjar fyrst og fremst við songini. Tú má liggja væl í tíni song og hava eina góða toppmadrassu. Veruleikin er, at tú kann ganga eftir øllum teimum 10 góðu ráðunum omanfyri, men um tú liggur í eini song, ið er ov hørð, á einum ov bleytum kodda ella við eini ov heitari dýnu, so hjálpa ráðini einki.

 

Okkara serfrøðingar kunnu hjálpa tær at finna ta songina, madrassuna, toppmadrassuna, koddan og dýnuna, sum passar best til tín og tína sovistøðu.

 

Umhugsar tú at skifta songina út? Vitja okkum á Hjalla 4. Trýst á leinkjuna niðanfyri og síggj sengurnar í okkara nýggjasta tilboðsblaði:

EIKIN_TILBOÐSBLAЗSide 26 (mobler.dk)

 

Góða nátt og sov væl.

 

Eikin