Tórsfest avlýst

Fyrireikararnir handa Tórsfest hava fyri løtu síðani á Facebook boðað frá, at Tórsfest í ár er avlýst.

Orsøkin er, sum vera man, koronustøðan, og koronutilmælini gera tað ómøguligt at halda eitt tiltak á stødd við Tórsfest.

Sostatt er Tórsfest seinasta í einari røð av mentanar- og tónleikatiltøkum, ið má lúta fyri koronufarsóttini og almennu tilmælunum.

Fyrireikararnir boða eisini frá, at tey, ið hava keypt Konsertpakkan, ið umfataði bæði Tórsfest og Voxbotn, fáa nú afturgoldið tann partin, ið varð goldin fyri Tórsfest.

Voxbotn er framvegis útsett til 5. september.