Tann typiski læknin gongur í hvítum kilti innan fyri fýra veggir á einum sjúkhúsi. Men tað finnast eisini læknar, sum ganga í skotsikrum vesti og hjálmi. Ein teirra er 29 ára gamla Hanna Bjarkhamar Poulsen úr Vági, sum í løtuni er í holt við eina eykaútbúgving sum militerlækni. Henni dámar væl eina avbjóðing og at vera uttan fyri sína komfortzonu, og tí hevur hon valt at leita sær aðrar leiðir enn vanliga læknastarvi.
Í síðstu viku fekk hon at vita, at hon í næstum skal útsendast sum skipslækni umborð á eini fregatt, sum hevur eina manning á 150. Hareftir skal hon útsendast á eina altjóða operatión. At blíva útsend er alt annað enn ófarligt, tí talan er jú um krígszonur, har mann í síðsta enda kann risikera ikki at koma heim aftur.
– Eg skal skriva testamenti og bræv til míni avvarðandi, áðrenn eg verði útsend. Tað minnir meg á, at hetta starvið ikki bara er sum at ganga yvir um vegin, men at tað væl kann vera vandamikið, fortelur Hanna Bjarkhamar Poulsen, sum býr í Aalborg.
Hetta hevur eisini sett nakrar tankar í gongd hjá familjuni.
– Tey eru sjálvandi bangin fyri, hvussu eg havi tað, og hvussu tað fer at gangast mær. Men tey hava góðtikið, at hetta er nakað eg vil, og sum eg ikki fari at sleppa. Sjálvt um tey eru stúrin, so stuðla tey mær í tí. Tað betýðir alt fyri meg, at mín familja stuðlar mær í hesum, sjálvt um eg veit, at tað er torført fyri tey. Tað er ikki lætt hjá teimum at sita heima og bíða, sigur Hanna, sum roknar við, at hon nokk aldrin hevði kunnað gjørt hetta uttan stuðulin frá familjuni.
##med2##
Hermenninir ansa væl eftir læknanum
Hanna uggar tó seg og familjuna við tí, at hermenninir altíð ansa serliga væl eftir læknanum. Tí tað er bara ein lækni á hvørjum stað, og tí er læknin ein sera týdningarmikil persónur.
– Læknin er sum oftast bara á herstøðini, har sum hermenninir eru. Um tað er brúk fyri einum lækna, verður læknin ikki sendur út, um hermenninir ikki hava tryggjað staðið. Tað gera teir til dømis við at kanna økið fyri minur við einum minuruddara. Men tað er sjáldan, at læknin er í vanda, tí aloftast er tað soleiðis, at hermenninir fáa sjúklingin inn til læknan, greiðir Hanna frá.
– Men tað merkir ikki, at tað er trygt. Tí í prinsippinum er einki sikkurt, tá mann er útsendur. Mann kann ongantíð siga, at nakað er uttan risiko, sigur hon.
– Eg vil gera ein mun
Fyri at skilja, hví Hanna valdi at blíva lækni í herinum, má mann eisini skilja, hvussu hon er sum menniskja. Hon er eitt sosialt menniskja, og hon hevur altíð viljað sloppið at arbeitt við menniskjum - at bjarga lívum og gera ein mun er tí nakað, hon brennur fyri.
– Eg vil gjarna gera mun. Og eg føli, at eg geri størstan mun við at vera mitt í brennideplinum. Mín drívmegi til at gera mun er størri enn mín stúran fyri, at okkurt skal henda mær, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen.
##med3##
Haraftrat er hon ógvuliga forvitin av lyndi, og tí dámar henni eisini væl at hugsa út um boksina. Hon hevur eina trúgv upp á, at tað í nógvum førum ber til at gera tingini øðrvísi, enn mann vanliga ger. Hennara pragmatiska tilgongd passar væl til hugsanarháttin hjá einum góðum hernaðarlækna.
– Tá mann er útsendur í Afghanistan, so hevur mann ikki øll amboðini, sum mann vanliga hevur á einum sjúkhúsi. Har er til dømis ikki ein respiratorur, men bara ein flutningsrespiratorur, sum yvirhøvur ikki kann tað sama sum vanligi resperatorurin. Mann skal tí vera kreativur onkursvegna, fortelur Hanna.
Skal vera fyrireikað til alt
Sum hernaðarlækni má mann tola nógv av bæði fysiskt og psykiskt, og tí verður mann eisini lagdur undir eitt ekstremt trýst undir útbúgvingini, sum fyrigongur í Århus. Læknarnir skulu so at siga royna alt, sum hermenninir og sjúklingarnir kunnu koma út fyri, soleiðis at teir kunnu seta seg inn í allar teinkiligar støður.
– Vit læra ikki bara um kavarasjúku. Vit skulu út at kava, so vit skilja, hvussu kavarin hevur tað. Vit skulu heldur ikki bara lesa um hæddarsjúku, og hvussu forholdini eru í luftini. Vit skulu upp at royna tað við tyrluni, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen.
Læknarnir læra á herlæknaútbúgvingini nógvar akuttar mannagongdir, sum kunnu bjarga lívum her og nú. Hanna er serliga áhugað í tí præhospitala, sum snýr seg um at viðgera hermenn og sivil, áðrenn tey koma á sjúkhúsið. Til dømis hava tey lært neyðtrakeostomi, har mann koyrir eitt rør í hálsin fyri at geva sjúklinginum ein nýggjan luftveg.
– Fyrst venja vit mannagongdirnar á dukkum. Síðani læra vit tað á grísum, áðrenn vit kunnu gera tað á menniskju. Vit læra at vera pragmatiskt á tann hátt, at vit kunnu brúka tey amboðini, sum vit hava til taks, og her ræður tað um at klára tað eftir besta førimuni og eftir umstøðunum, greiðir Hanna frá.
– Vit hava sum læknar lítið av ressourcum, men vit hava akkurát nokk til at halda sjúklingunum á lívi, áðrenn teir koma til eitt feltsjúkhús. Vit læra eisini, hvussu vit kunnu bjarga so nógvum sum gjørligt, um nógv fólk eru særd á einum ávísum øki. Í slíkum støðum hevur mann ikki nógva tíð, og tá má mann fáa fólk skjótt burtur av staðnum. Tá ræður um at prioritera.
Bjarging við tyrlu
Ein partur av milliterlæknaútbúgvingini er at vera "Search and Rescue"-lækni.
– Um fólk eru komin illa fyri á sjónum ella í fjøllunum, so er SAR-læknin við til at bjarga teimum við tyrlu. Har hava vit so lært, hvussu mann verður loraður niður frá tyrluni umborð á bátin fyri at so at heinta sjúklingin, fáa hann spentan fastan og heysaðan upp aftur, so hann sleppur akutt til sjúkhúsið, fortelur Hanna, sum heldur hendan partin av útbúgvingini vera ógvuliga spennandi.
Sum skipslækni eru tað eisini serligar støður, sum eru neyðugar at venja.
– Tá vit sigla úti, kann tað vera, at vit eru fimm tímar frá at koma í land, og tað er ikki altíð vist, at tyrlan sleppur til. Um vit hava ein sjúkling, sum hevur fingið ein blóðpropp í hjartað, so er avbjóðingin at halda viðkomandi á lívið og undir bestu umstøðunum, áðrenn hann sleppur á sjúkhúsið til viðgerð.
– Vit menniskju klára meira enn vit halda
Í byrjanini av herlæknaútbúgvingini lærir mann, hvussu tað er at vera ein hermaður. Talan er um eitt intensivt skeið, har mann lærir um taktikk, og hvussu mann hugsar, tá mann er í kríggi.
– Okkara basalu fysisku tørvir verða pressaðir, so vit læra, hvussu nógv vit klára, og so vit skilja, hvussu ein hermaður, sum hevur verið í kríggj, hevur tað, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen og tekur nøkur dømi:
– Einaferð vóru vit úti á markini í fleiri dagar. Vit fingu lítið at eta og drekka og høvdu einki heitt vatn. Vit skulu jú ikki risikera at knappliga standa uttan mat og vatn, og tí skulu vit býta tað best møguligt millum okkum fyri at koma ígjøgnum dagin.
##med4##
– Vit svóvu bara í tveir ella tríggjar tímar úti á grasinum í februarmánað. Hvørja ferð, vit royndu at leggja okkum, so svav mann við einum opnum eyga, tí vit vistu ongantíð, hvør næsta uppgávan fór at vera, minnist Hanna Bjarkhamar Poulsen afturá.
– Haraftrat gingu vit eini 25.000 fet hvønn einasta dag við tungum vápnum, og eg haldi, vit høvdu eini 40 kilo á okkum alla tíðina. Sjálvt um vit sjálvi mangla vatn og mat ella vilja á vesi, so skulu vit allíkavæl klára at gjøgnumføra tær uppgávurnar, vit fáa á túrinum. Og tað ber væl til, tí vit menniskju klára nógv meira, enn vit halda, sigur hon.
Læknarnir skulu læra at spara upp á kreftirnar.
– Til dømis skulu vit gjøgnumføra ein forhindringsbana so skjótt sum gjørligt, og samstundis skulu vit eisini spara uppá kreftirnar, tí júst eftir ein forhindringsbana skulu vit bera ein stóran gummibát 20 kilometrar. Í kríggi veit mann sjáldan, hvør næsta uppgávan verður, og tí mugu vit spara uppá kreftirnar, sum best ber til, fortelur vágbingurin.
Aftrat hesum kann mann risikera at fáa sum uppgávu at vera leiðari og skula leiða sín bólk frá A til B, samstundis sum man er pressaður til sítt síðsta.
– Her er eingin góða mamma
Aftan á nógvar harðar venjingar kennir Hanna alt til at hava bløðrur í fótunum, at vera eym í øllum kroppinum og ikki merkja sína øksl ella sín arm. Men er tað nakað, sum hon hevur lært, so er tað, at mann noyðist at hava ein positivan hugburð.
– Tað nyttar ikki at hugsa negativar tankar. Í staðin fyri at hugsa um bløðrurnar í fótinum, so hugsi eg, at eg í tað minsta havi turrar føtur. Tað snýr seg um at venda tað negativa til nakað positivt. Mann má altíð hava annan fótin framman fyri hin og halda áfram uttan at hugsa um forðingarnar. Tí her er eingin góða mamma, sigur Hanna.
Ein minnilig guðstænasta
Mest minniliga upplivingin hjá Hannu í herinum er ein guðstænasta, sum varð hildin aftaná eina av nógvum hørðum venjingum. Guðstænastan varð hildin við fýra feltprestum, har ein teirra var føroyingurin, Lis Samuelsen.
– Tað var ein øgiliga góður máti at samla fólk uppá aftaná at hava verið undir so stórum trýsti á markini. Guðstænastan vísti, hvussu nógv relatiónir hava at týða á einum sovorðnum túri. Tað førdi okkum onkursvegna saman, og eg helt, at tað var øgiliga vakurt, sigur Hanna.
Fyri hana er eingin kensla betur enn at koma heim aftan á eina harða venjing.
– Tá fær mann høvi til at nullstilla og vera takksamur fyri alt tað, mann hevur. Hvørja ferð, tað er strævið hjá mær, so hugsi eg um hetta.
##med5##
Mann má brenna fyri tí
Tá Hanna eldhugað fortelur um sína útbúgving og sítt arbeiðspláss lýsir tað úr henni, at hon brennur fyri hesum. Hon leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hon skal lýsa seinastu fimm mánaðirnar í herinum.
– Tað er eitt fantastiskt arbeiðspláss. Eg havi lært ótrúliga nógv og havi ment meg nógv persónliga. Forsvarið testar okkum upp á ein góða máta, og mann sær, at mann kann nógv meira, enn mann heldur. Eg føli meg nógv meira robusta enn áðrenn. Eg toli nógv av og lati meg ikki skrekkja av nøkrum, sum ikki hevur nakað at siga. Tað hjálpir ikki, sigur Hanna og vísir á, at meginparturin av herinum er mannfólk.
– Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt mansdominerað arbeiðspláss. Men tað passar mær fínt. Hugburðsmessiga eri eg kanska eitt lítið mannfólk, so eg passi væl inn, flennir hon.
Hóast herlæknaútbúgvingin hjá Hannu er bæði spennandi og mennandi, so hevur tað eisini sín prís.
– Dagarnir eru ótrúliga langir. Um mann væntar, at mann skal hava eitt sosialt lív við síðuna av, so tekur mann feil. Tað er ómøguligt. So um mann ikki elskar tað og brennir fyri tí, so ber ikki til at gjøgnumføra útbúgvingina, sigur ein vælnøgd Hanna Bjarkhamar Poulsen.
– Sjálvt um tað er hart, so hevði eg gjørt alt umaftur, tí mann lærir seg sjálva at kenna upp á so nógvar mátar. Eg elski hetta, og eg eri øgiliga takksom!
Ætlar sær at vera narkosulækni
Vanligvís plagar hernaðarlæknaskeiðið at vera eitt ár, men Hanna hevur valt at forleingja sáttmálan í eitt ár fyri at fáa so nógvar royndir og upplivingar sum gjørligt, áðrenn hon byrjar upp á sína serlæknaútbúgving sum narkosulækni.
– Eg havi ikki skund eftir at blíva serlækni. Og eg eri slett ikki í iva um, at tá eg eri liðug aftaná hesi tvey árini, so fari eg at halda fram við "Search and Rescue"-vaktum. Men eg vil eisini av og á útsendast har, sum tað er brúk fyri mær, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen.