Tangaskipið var lastað við flúgvarabensini

Farmaskipið var á veg til Rotterdam, og sambært Marine Traffic lá tangaskipið ankrað í økinum, tá samanstoyturin fór fram

Bæði skipini, sum gjørdust partur av einum samanstoyti í Norðsjónum fyrrapartin, standa í ljósum loga.

 

Talan er um tangaskipið, Stena Immaculate, sum er amerikanskt og farmaskipið, MV Solong, sum er portugisiskt.

 

Nú seinnapartin veit NRK - norska kringvarpið - at siga, at 32 fólk eru flutt í land av skipunum.

 

Lagt verður aftrat, at lastin hjá tangaskipinum Stena Immaculate var flúgvarabensin.

 

BBC hevur skift orð við leiðaran í felagnum, sum eigur skipið. Hann upplýsir, at øll manningin á tangaskipinum, sum telur fleiri enn 20, eru í tryggleika.

 

Seinnapartin í dag hevur Sky News eisini tosað við havnastjóran, Martyn Boyers, sum sigur, at av 32 fólkum, sum eru komin til lands, eru øll á lívi.

 

Í samrøðuni sigur Martyn Boyers, at í minsta lagi ein bjargingarbátur er eftir á sjónum.

 

Enn er ógreitt, hvør orsøkin til samanstoytin var, men víst verður á, at hendingin fór fram út fyri strondini á East Yorkshire, nærindis Grimsby. 

 

Farmaskipið MV Solong var á veg til Rotterdam, og sambært Marine Traffic lá tangaskipið ankrað í økinum, tá samanstoyturin fór fram.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/umfatandi-bjagingararbeidi-i-nordsjonum

 

##med2##