Tann misvísandi milliardin

Seinastu tíðina hevur Hans Ellefsen skrivað tvær greinar viðvíkjandi tilfeingisrentu í føroysku fiski- og alivinnuni. Niðurstøðan er, at hesar vinnur í 2023 kundu havt rindað eina milliard afturat í gjøldum í part. Neyðugt er at gera nakrar viðmerkingar til niðurstøðurnar um fiskivinnu, tí tær eru ikki eftirfarandi.

Greinarnar hava avgjørdar politiskar meiningar um, hvussu fiskivinna skal skipast, hvat flotin skal forvinna og hvussu manningin skal lønast. Tí er neyðugt við einum meira fjølbroyttum og upplýstum kjaki um hetta evnið.

 

Verulig úrslit kontra teori

Í fyrsta umfari er neyðugt at lýsa tey veruligu roknskaparligu úrslitini, sum føroysk reiðarí innan uppsjóvarvinnu hava havt seinastu árini. Hetta gevur eina heilt aðra mynd.

Tey vísa, at miðal úrslit áðrenn rentur, skatt og avskrivingar (EBITDA) var góðar 30 mió. kr. pr. skip í tíðarskeiðnum 2017-24. Undantakið er 2023, tá stór makrelkvota varð flutt tvørturum ár. Hetta merkir, at fleiri uppsjóvarskip hava eitt úrslit áðrenn rentur, skatt og avskrivingar, sum liggur væl niðanfyri 30 mió. kr. Her vanta grundgevingar fyri, at gjøldini enn einaferð skulu hækka. Undrunarvert er, at dentur í greinini verður lagdur á 2023, tá ið hetta var eitt óvanligt ár viðvíkjandi fiskiskapi hjá uppsjóvarflotanum.

Tá normalavkast verður roknað, verður ikki tikið hædd fyri, hvat virksemið er í einum felag. Metingin tekur bert støði í virðinum á skipinum. Um eitt skip fiskar nógv, hevur tað vanliga hægri avkast, enn tá tað fiskar lítið. Um ein manning er dugnalig og væl skipað, er úrslitið vanliga betri. Eitt skip kann fiska fyri 200 mió. kr., meðan eitt annað fiskar fyri 50 mió. kr. Bæði umboða sama normalavkast, um bókaða virðið á skipinum er tað sama.

Um kvoturnar eru høgar ella lágar hevur ongan týdning. Um manningin hevur hegni og dugnasemi at fiska hevur ongan týdning. Hvør umsetningur og hvat virksemi er í reiðarínum hevur ongan týdning. Hetta er tí ein einfaldan av einum torgreiddum spurningi.

Greinin sigur í veruleikanum, at landið altíð skal taka væl meira inn í gjøldum, enn tey veruligu úrslitini hjá skipunum hava verið. Hetta setir sjálvandi stór spurnartekin við, hvussu fiskivinnan so skal skipast.

 

Forboð fyri góðum úrslitum

At áseta eitt teoretiskt normalt avkast er ikki lætt. Greinin velur ta løttu loysnina at rokna miðalavkast hjá allari vinnu. Tað vil siga, at um landbúnaður t.d. hevur 0% í avkasti og fíggjarstovnar hava 12%, skal politiskt ásetta avkastið hjá fiskivinnuni liggja miðskeiðis ímillum hesi bæði. Tað vil siga, at politiskt forboð verður sett fyri góðum úrslitum í fiskivinnuni.

Sagt verður eisini, at uppboðssølan av kvotum prógvaði, at lítil og eingin váði er í fiskivinnuni, tí at prísirnir vóru so høgir. Hetta er ikki rætt.

Eitt dømi er uppboðssølan av sild í 2018. Tá vórðu kvotur seldar fyri uml. 80-90% av avreiðingarprísinum. Hetta vitnar fyrst og fremst um eina miseydnaða uppboðssølu. Avleiðingin er, at hesar sildakvotur skulu veiðast við undirskoti í samfull 8 ár. Hetta kann ikki tulkast soleiðis, at eingin váði er í fiskivinnu, men heldur at álvarsom brek vóru í uppboðssøluni.

Váðar í fiskivinnu eru nógvir. Her skal hædd takast fyri strandarlandaavtalum, tvíliðaðum avtalum, lívfrøðiligari ráðgeving, ferðingarmynstri hjá fiskastovnum, fiskiskapi/veiðu pr. tíma, oljuprísum, fiskaprísum, rentustøði, høgum veiðigjøldum og politiskum váða við óstøðugum kørmum og nógvum grundleggjandi broytingum í lógarverkinum.

Hetta gongur sjón fyri søgn, nú t.d. sildakvoturnar eru sera lágar og gjøldini framvegis lutfalsliga høg. Líknandi støða ger seg galdandi við makreli, har kvoturnar pr. skip gerast serstakliga lágar. Hetta eru álvarsamir og týðandi váðar í fiskivinnu, sum ikki skulu skúgvast til viks. Líkt er til, at váðarnir í fiskivinnu hinvegin verða undirmettir, tí at gongdin hjá summum hevur verið góð. Tá sær eingin teir vandar, sum liggja fyri framman.

Um hugt verður nærri eftir útrokningargrundarlagnum fyri at meta um avkastið, tykist hetta at vera tilvildarliga ásett. Hetta sæst væl í heimaflotanum. Roknaða normala avkastið hjá heimaflotanum er sera lítið, tí at útrokningargrundarlagið er so lítið.

Allur heimaflotin hevur eitt mett normalt avkast uppá slakar 70 mió. kr. um árið. Umleið 35 fiskiskip vóru í heimaflotanum í 2024 umframt útróðrarbátar. Tað vil siga, at miðal normalt avkast pr. skip er minni enn 2 mió. kr. um árið. Greitt er, at hetta útrokningargrundarlagið ikki er egnað til at meta um normalt avkast.

 

Ábyrgd av haldføri

Ein stór avbjóðing hjá politikarum er at tryggja haldførið í tí almenna búskapinum í Føroyum. Hetta er ein stór og trupul uppgáva.

Tó er eisini neyðugt at vísa á, at inntøkur landsins frá fiskivinnu eru fleirfaldaðar seinastu árini, um hugt verður at veiðigjøldum, lønarskatti, partafelagsskatti og vinningsbýtisskatti. Hóast almennu inntøkurnar frá fiskivinnu eru nógv øktar, tykist avbjóðingin við haldføri hjá tí almenna at vera lítið betrað.

Føroysk fiskiskip rindaðu 530 mió. kr. bara í veiðigjøldum í 2023. Hetta var 130 mió. kr. meira enn væntað í fíggjarlógini. Kortini var undirskotið hjá landskassanum góðar 200 mió. kr. hetta árið.

Búskaparráðið heitir á politisku skipanina um at hyggja nærri eftir almennu útreiðslunum fyri at bøta um haldførið, og Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir eisini á vøkstur í almennum útreiðslum sum orsøk til avbjóðingar við haldførinum.

 

Hýrur í flotanum

At enda skulu nakrar viðmerkingar gerast viðvíkjandi hýrum uttan at greina hetta nærri. Niðurstøðan í greinini er, at summar manningar fáa ov høgar hýrur. Vísast skal á, at hýrurnar byggja á sáttmálar, sum eru gjørdir eftir kollektivar samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Hetta er tískil peningur, sum reiðarí ikki hava til taks at rinda í landskassan, tí at hann er rindaður sum hýrur. Reiðarafelagið hevur skyldu til at halda hesar sáttmálar, og uml. helmingurin av hesi upphædd endar í landskassanum sum lønarskattur.

Í greinini verður mett, at umleið helmingurin av sonevndu tilfeingisrentuni, sum ikki er drigin inn, er hýra hjá manningum. Hetta er ein politisk hugsan hjá summum.

Tilmælið hjá Reiðarafelagnum er, at útgangsstøðið verður tikið í galdandi sáttmála, og síðani verður mett um, hvat reiðarí hava møguleika at rinda. Sum skilst er íslendska skipanin soleiðis, at tær veruligu hýrurnar verða drignar frá, áðrenn gjøld verða ásett.

Um onkur hinvegin ætlar at meta um hýrur, skulu allir faktorar takast við. Hetta inniber, at fyrst skal tal av starvsfólki vera rætt ásett. Síðani skal lutfallið millum yvirmenn og dekkarar vera eftirfarandi, og hvussu nógv fólk skulu hava eykapartar í mun til manningarpart. At enda er umráðandi at hava rætta talið av døgum, sum skipið hevur verið til fiskiskap. Um skip eru úti í drúgva tíð, er sjálvsagt meira kostnaðarmikið at manna tey, og hýrukostnaðurin hækkar.

 

 

 

Stefan í Skorini, stjóri

Føroya Reiðarafelag