Tesla missir aftur inntøkur eftir fallandi bilasølu

Felagið hjá Elon Musk framleiddi yvir 410.000 akfør í øðrum ársfjórðingi og hevði eina afturgongd í inntøkunum.

Eigarin av Tesla, Elon Musk, hevur havt mótburð orsakað av samstarvinum við amerikanska forsetan, Donald Trump. (Arkivmynd). - Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix

Í øðrum ársfjórðingi 2025 upplivdi elbilaframleiðarin Tesla eitt 12 prosent fall í inntøkunum til 22,5 milliardir dollarar, umleið 143,2 milliardir krónur, tá samanborið verður við sama ársfjórðing í fjør.

Tað vísir ársfjórðingsfrágreiðingin hjá Tesla, sum varð almannakunngjørd mikukvøldið danska tíð, eftir at amerikanski partabrævamarknaðurin stongdi.

Vinningurin hjá felagnum endaði á 1,2 milliardum dollarum, 7,6 milliardum krónur.

Tesla, við Elon Musk á odda, segði fyrr í juli, at alheims sølan av elbilum fóru at minka við 13,5 prosentum.

Tesla boðaði í tíðindaskrivi mikudagin frá, at felagið framleiddi 410.000 akfør í øðrum ársfjórðingi, harav 384.122 eru avhendað.

Hetta komst millum annað av, at felagið hevði steðgað framleiðsluni fyri at seta á stovn verksmiðjur at gera nýggj modell.

Í øðrum ársfjórðingi í ár kom Tesla millum annað við einum nýggjum og betraðum Model Y.

Í juni fór Tesla undir at gera fyrstu modellini av einum nýggjum og bíligari bili.

Sama mánað vórðu fyrstu robott-hýruvognarnir, Robotaxi, sendir út á gøturnar í Austin í Texas.

Tað hevur verið eitt hart ár hjá Tesla og Elon Musk.

Tá Tesla legði fram roknskapin fyri ársins fyrsta ársfjórðing í apríl, vóru inntøkurnar minkaðar við níggju prosentum, tá samanborið varð við sama tíðarskeið í fjør.

Inntøkurnar fyri fyrsta ársfjórðing í ár vóru minkaðar við 20 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør, tá hugt varð einans at søluni av Tesla-bilum.

Tesla nevndi tollstríðið, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði tikið stig til, sum eina av orsøkunum til skuffandi bilasøluna.

Elon Musk var tá ein av stóru stuðlunum hjá Donald Trump.

Musk var tá leiðari fyri amerikanska stjórnarvirknaðarmálaráðnum (Doge), sum hevur til endamáls at beina fyri útreiðslum á amerikansku almennu fíggjarlógini.

/Ritzau/

 

Eigarin av Tesla, Elon Musk, hevur havt mótburð orsakað av samstarvinum við amerikanska forsetan, Donald Trump. (Arkivmynd). - Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix