Tey 10 politisku boðini

10 av boðunum eg havi til eitt betri og ríkari samfelag, sum eg havi varpað ljós á í valstríðnum, eru:

 

  1. Alivinnan skal hava góðar og tryggar karmar, men skal rinda tað fyri firðirnar, sum hesir eru verdir
  2. Fiskivinnan skal somuleiðis hava góðar og tryggar karmar, men skal rinda tað fyri kvoturnar, sum hesar eru verdar
  3. Vit skulu endurskoða gamlar vinnuligar stuðulsskipanir
  4. Smærri fyritøkur skulu rinda minni í kringvarpsgjaldi, tí hesar rinda í dag lutfalsliga nógv
  5. Útlendingar skulu viðurkennast sum annað enn arbeiðsmegi
  6. Listastuðul skal ikki stýrast av politiska myndugleikanum, men av fakfólki
  7. Ferðafólk skulu rinda meira enn súmbolskar upphæddir fyri at brúka okkara tyrlur, bussar og fergur
  8. Náttúruverndarlóg má samtykkjast
  9. Barnaøkið má hugsast av nýggjum, og onki barn má detta niðurímillum vegna ósemju um fígging
  10. Barsilsskipanin skal endurskoðast og taka fleiri atlit

 

Til síðst vil eg siga, at politikkur snýr seg ikki einans um at brúka pengar, men sanniliga eisini um hvussu vit iKKI brúka pengar. Vit skulu duga at raðfesta og at fáa meira fyri minni.

 

Allar greinarnar síggjast á míni Facebook-síðu umframt á ymiskum miðlum.

 

Gott val øll somul.

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

 

 

Um meg:

 

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.