ES fer at seta revsitiltøk í verk móti Nord Stream gassi

ES-nevndin fer at økja trýstið á Russland við at seta revsitiltøk í verk móti gassi frá Nordstream-leiðingunum og lækka oljuprísloftið.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, er fríggjadagin í Tirana í Albania á fundi í European Political Community EPC. - Mynd: Armend Nimani/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, undan fundinum fríggjadagin í European Political Community EPC í albanska høvuðsstaðnum, Tirana.

Harumframt fer nevndin at leggja nøkur skip afturat listanum yvir skip, sum eru partur av sokallaða russiska skuggaflotanum.

Von der Leyen vil eisini seta fleiri revsitiltøk í verk móti fíggjargeiranum í Russlandi.

Sambært forsetanum í ES-nevndini er tíðin komin til at seta nýggj revsitiltøk í verk móti Russlandi, tí russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur ikki friðarsamráðingarnar við Ukraina í álvara.

 

/Ritzau/

 

 

 

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, er fríggjadagin í Tirana í Albania á fundi í European Political Community EPC. - Mynd: Armend Nimani/Ritzau Scanpix