Tvey føroyingalið vóru í eldinum í týsku bundesliguni í dag.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin leiktu javnt 31-31 móti Erlangen á útivølli. Marek Nissen javnaði fyri heimaliðið í seinastu løtu, og tað kom dátt við hjá berlinarunum. Í steðginum var Erlangen frammanfyri 16-14.
Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
Füchse Berlin er fremst í deildini við 40 stigum, sama stigatali sum nummar tvey, Melsungen. Tí hevði eitt stig aftrat móti Erlangen gjørt góðan mun.
Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vann á heimavølli 31-25 á Gummersbach. Í steðginum var Kiel greitt á odda 19-12. Elias var ikki nógv á vøllinum í kvøld, men seinastu løtuna syrgdi hann fyri einum máli og einum uppleggi til mál (assist).
Kiel er fjórðfremst í deildini við 36 stigum.
Í morgin klokkan 14 taka Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt mót Eisenach í Flens Arena. Klokkan 15.30 tekur liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf móti Göppingen í ZAC Arena í Hannover.
Hannover er triðfremst í deildini við 39 stigum. Flensburg er nummar fimm við 33 stigum.