“Tíðligahjálp”

Fekk hettar orðið frá svigerfar ein dagin, hann hjálpti mær at rættlesa okkurt, eg skrivaði um, at tíðliga hjálp er besta hjálpin!  

Orðið er samansett av tveimum longu sera vanligum orðum, men samansett verður tey til eitt nýtt orð við nýggjari meining og innihaldi.

Tað er neyðugt við einum nýggjum orðið, hugburði og nýggjum háttum at arbeiða, tí í dag detta ov nógv ímillum!

-Eingin skal detta ímillum, tí skula vit gera eina skipan, har barnið er í miðdeplinum. 


Tíðligahjálp er sera umfevnandi, men merkir í stuttum, at møta barninum har tað er og geva tí ta hjálp og karmar, tað tørvar fyri at menna sínar íbornu gávur! 

Vit skula burtur úr kassahugsan til at síggja einstaka barnið.

Fyri at røkka málinum skula øll, ið eru um børnini spæla við. 


Hettar er eitt av mínum hjartamálum.


Vinarliga Bjørg Dam, tlf 211428