Tíggjunda hvørt starvsfólk hevur stórar trupulleikar við hoyrnini

Roknast kann við, at 10. hvørt starvsfólk, svarandi til umleið 2.800 føroysk starvsfólk, hevur so stórar trupulleikar við hoyrnini, at tað er trupult at vera við í samrøðum millum fleiri enn tvey fólk.

Ein avleiðing av hesum kann vera vaksandi frustratiónir, strongd og at fólk halda seg burtur frá felagsskapinum og harvið kenna seg einsamøll, avskorin og hava verri lívsgóðsku. Harumframt vísa danskar útrokningar, at hesir  hoyritrupulleikar millum 50-65 ára gomul kosta landinum upp í 2,7 milliardir kr. um árið í mistari framleiðslu. Umroknað til føroysk tøl svarar tað til 20-30 milliónir kr. um árið. Harafturat koma øktar útreiðslur til fyritíðarpensjón og eftirløn. 

 

Hoyritrupulleikar á arbeiðsplássinum raka sostatt ikki bara einstaklingin og felagsskapin, men hava eisini fíggjarligar avleiðingar fyri bæði arbeiðspláss og almenna búskapin. 

 

"Tíverri verður alt ov lítið tosað um trupulleikan, sum bæði gongur út yvir starvsfólk, trivnaðin og botnlinjuna. Vónandi kann hetta vera við til at arbeiðsgevarar í størri mun fara at taka stig til at hjálpa vaksandi talinum av fólki við skerdari hoyrn," sigur Jutta Helgadóttir, stjóri í Hoyrnini.

 

Fyri at varpa ljós á hendan stóra og vaksandi trupulleikan, skipar Hoyrnin nú fyri almennum tiltaki um hoyrimiss á arbeiðsplássum. Endamálið er, at geva einstaklingum og arbeiðsgevarum nýggja vitan um, hvussu stóran týdning hoyrnin hevur fyri trivnað og arbeiðsføri hjá starvsfólkum og hvussu arbeiðsgevarar sjálvir kunnu hjálpa starvsfólki við skerdari hoyrn til ein góðan gerandisdag.   

 

Umframt framløgur frá serfrøðingum innan hoyrn á arbeiðsplássinum, fara tveir kendir føroyskir leiðarar at greiða frá teirra avbjóðingum og royndum á arbeiðsmarknaðinum hóast skerda hoyrn. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í altjóða alifyritøkuni MOWI, hevði ikki megnað sítt krevjandi starv uttan hoyritól. Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, fer at siga frá hansara avbjóðingum við hoyrnini umframt at hann fer at greiða frá samstarvinum millum Starvsfelagið og LÍV um eina trygging, sum gevur limum ískoyti til hoyritól.

 

Tiltakið verður í Perluni 21. novembur kl 19-21 og er alment og ókeypis. 

 

Fakta um hoyrimiss á arbeiðsplássum

10. hvørt starvsfólk hevur trupulleikar við hoyrnini. Hetta svarar til umleið 2.800 føroyingar (um vit samanbera við donsk tøl)

Hoyrimissur er ein forðing í gerandisdegnum, millum annað tí tað er eitt fjalt "brek"

Fólk við hoyrimissi fáa minni stuðul frá arbeiðsgevara enn tey sum hoyra vanligt

Nógv av teimum við hoyrimissi fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum. Eisini uttan at vita, at hoyrimissurin er osøkin til, at tey ikki longur megna arbeiðið

Fólk við hoyrimissi eru verri nøgd við arbeiðumstøðurnar og leiðsluna enn onnur

Fólk við hoyrimissi og arbeiðsgevarar kenna ov lítið til møguleikar fyri tøkniligari og sosialari hjálp og ráðgeving

Tað kostar samfelagnum, at fólk í virkisførum aldri, ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Við røttu hjálpini kunnu fleiri fólk koma aftur til arbeiðis

Vit eru øll potentiellir hoyritólsbrúkarar, eftirsum hoyrnin hjá teimum flestu við tíðini versnar vegna aldur ella larm. Tí er tað viðkomandi hjá øllum arbeiðsplássum, at hugsa um hoyrnina

 

Kelda: hoereforeningen.dk