Løgreglan hevur seinasta samdøgrið gjørt ymisk ferðsluátøk. Eitt var í Norðoyatunlinum nakað fyri klokkan seks í morgun, har løgreglan máldi ein bilførara fyri at koyra 115 km um tíman. Tað er nógv meira enn teir loyvdu 80 km um tíman, og tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.
Tá løgreglan kannaði bilar við ein skúla í Havn í gjár, har foreldur settu børnini av, var eisini galið. Fýra fólk fingu klipp í koyrikortið, tí børnini ikki sótu í trygdarbelti, sum tey skuldu.