Vestmanna kommuna skrivar, at Hiddenfjord umvælir aliringar á vágni í Vestmanna.
– Nógv hava varnast, at tveir stórir aliringar liggja á vágni í morgun. Hetta eru aliringar, sum arbeitt verður uppá, og ringarnir hava hvørki net ella laks í, skrivar kommunan.
Tað hevur órógvað onkran, at tveir stórir aliringar hava verið á vágni, tí tey óttast fyri umhvørvisligum avleiðingum.
Men kommuna sissar altso tey, sum óttast.
– Tá ið arbeiðið er liðugt, verða ringarnir fluttir út á opnan sjógv til aling undir Vágalandinum, skrivar kommunan, sum leggur afturat, at um tað eru spurningar, kunnu fólk venda sær til havnarumsjónarmannin.