Norra sigur nei til VAR

Norsku fótbóltsfeløgini hava atkvøtt ímóti at brúka VAR í framtíðini

Mynd: (FSF)

Á atkvøðugreiðslu hava 19 norsk fótbóltsfeløg atkvøtt ímóti at brúka VAR, meðan bara 13 atkvøddu fyri. Nú verður tað upp til aðalfundin hjá norska Fótbóltssambandinum 28. januar at avgera, um VAR skal halda fram.

 

Fótbóltssamband Føroyar hevur boðað frá, at VAR verður at síggja í føroyskum fótbólti frá 2026. Fyrst við nøkrum royndum í ár, og í 2026 verður ein dystur um vikuna við VAR. Tað segði Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF fyrr í mánaðinum.

 

Í Norra eru tey ikki so fegin um VAR (Video Assistant Referee). Tað kom í brúk í norskum fótbólti í 2023, men undan kappingarárinum í ár eru fleiri feløg, sum ikki ynskja at halda fram við VAR. Feløgini hava hvat eykaaðalfund, har tey avgjørdu, hvussu tey skuldu atkvøða fundi hjá Norsk Toppfotball, sum var í gjár. Úrslitið var 19 atkvøður fyri at gevast við VAR, og bara 13 fyri at halda fram við VAR, skrivar VG.no.

 

Tað er ikki Norsk Toppfotball, sum eigur endaliga avgerðina. Hana eigur norska fótbóltssambandið, NFF. Tá hava øll limafeløgini atkvøðurætt. Ikki bara tey størstu, sum eru í Norsk Topfottball.

 

Mynd: (FSF)