Minningarorð um Jens Kannuberg

Vakra summarmorgunin 10. juni í fjør, meðan bringureyði í garðinum sang sín lívsjáttandi morgunsang, bankaði sorgin upp á dyrnar í familjuni, tí kæri abbi, Jens Kannuberg,  var farin foldum frá.

f. 20. januar 1933, d. 10. juni 2024

 

Ættarbond

 

Jens var sonur Janu (f. Jensen), ið var ættað úr Leynum, og Óla Jacobsen úr Norðistovu í Kvívík. Systkinaflokkurin taldi nýggju børn, og Jens var triðelstur. Hini vóru: Jákup, Niklas, Marianna, Ólavur, Rógvi, Egil, Per og Sofus. Nú er bara tann yngsti, Sofus, eftir.

 

Barnaflokkurin í Norðistovu var stórur og lívligur. Hetta fingu vit í familjuni serliga gott innlit í seinastu árini, tí Jensi dámdi so sera væl at fáa langabbabørnini á vitjan. Hann hugnaði um tey og fortaldi teimum søgur úr uppvøkstrinum, ið var so nógv øðrvísi enn barnalívið í dag. Frásøgukynstrini vóru framúr góð, og smábørnini lurtaðu við stjørnum í eygunum eftir langabbanum, sum eina ferð saman við familjuni var innikavaður í fleiri dagar, plagdi at spæla pútukríggj við beiggjunum um kvøldarnar, gera ymisk skálkabrøgd og lumpa pápa sín.

 

Arbeiðslív

 

Tá barnaskógvarnir vóru slitnir, byrjaði langa arbeiðslívið  í fiskivinnuni hjá Jensi. Fyrsti túrurin var við sluppuni Sólvaskjer í 1948, tá ið hann var 15 ára gamal. Komandi árini sigldi hann við ymsum skipum, t.d. kvívíkartrolaranum Egili og við norðmonnum. Hann fór á handilsháskúla árini 1956-57 og arbeiddi hareftir innan fiskavirking á landi sum álitismaður. Úr rúgvuni kann nevnast, at hann arbeiddi í Kongliga grønlendska handlinum árini 1963-69, hann var arbeiðsformaður á Bacalao árini 1972-73, hann var formaður í Føroyingahavnini í Grønlandi árini 1974-1979, og so var hann stjóri á Lynfrost í 14 ár, frá 1979 til 1993. Síðan valdi hann at seta ferðina niður. Hann arbeiddi ymsastaðni, fór á háskúlar, hjálpti til í samkomuni og fekk sær verkstað við hús, har hann m.a. gjørdi prýðislutir, brúkslutir og leikutoy úr timbri. Hann bygdi smáfuglunum starabúður og gleddist um vóngóða lívið hjá fuglunum.

 

Familjulív

 

Har Jens var, var heim. Tí hóast hann var fyrimyndarligur á arbeiðsmarknaðinum og altíð gekk á odda í arbeiðslívinum, so var hann fram um alt ein góður familjumaður, og tað merktu vit í nærmastu familjuni í gerandisdegnum.

 

Tað byrjaði alt á Hvarvinum, har Jens og Ragnfríð settu búgv í 1970. Har tók hann børnini bæði, ið hann var so góður við, Jógvan Páll og Heidi, upp á bakið og bar tey upp ígjøgnum trappurnar. Tíggju ár seinni, tá ið familjan var flutt inn á Skálafjørðin, kom Janus. Eisini hann bar Jens upp trappurnar. Umaftur og umaftur. Fyrst bar hann børnini ítøkiliga, seinni myndliga sum ein hollur stuðul gjøgnum lívsins góðu og sváru løtur. Sum árini eru gingin, er familjan vorðin størri, og øll eru vit sloppin at uppliva hetta góðlyndi og trúfesti, ið eyðkendi Jens. Hurðin í heiminum stóð altíð opin, og saman við Ragnfríð gleddist hann um øll tey, ið góvu sær stundir at støkka inn á gólvið millum ár og dag til ein duss og prát. Samrøðan var berandi hesar løtur, og nú vitin er sløknaður, sakna vit  nærleikan og samrøðukynstrið, ið Jens so hegnisliga dugdi, og saknurin er sorgfullur og sorgblíður.

 

Góði Jens abbi

 

Takk fyri tín treytaleysa kærleika, áhaldandi trúfesti og markleysa stuðul, og at okkum untust at vera partur av tíni lívsjáttandi lívsleið.

 

Helena