Tímalønt við sviðusoð

Hevur vinnan tað gott hevur familjan tað gott!

 

Tað er slogani.

 

Men er tað nú so? Og er tað so einfalt?

 

Í morgun havi eg frætt, at virkið hjá Bakkafrost í Vági hevur sent starvsfólkini í jólafríð fyri fleiri døgum síðan. Og at boðini eru, at arbeiði ikki verður tikið uppaftur fyrr enn inn í januar.  

 

Metstór yvirskot og vinningsbýti í 100 millióna klassanum tryggja so ikki tímaløntu starvsfólkini og teirra familjur. Heldur enn at seta fólkini í fast starv við fastari løn fara tey nú í fiskavirkisskipanina har tey kunnu fáa fyri 32 tíma arbeiðsviku. Til sammetingar hoyra vit, at útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur gjøgnum Fast Track skipanina fær 40 tímar. Tað er ikki í lagi og kann skapa óneyðugt split.

 

Øll eru glað fyri arbeiðsplássini, og hava gjørt alt fyri, at tað skal vera høgligt at hava virkið her. Tí átti tað at verið givið, at starvsfólkini vóru tryggjað í starvinum. Vit hoyra bert um starvsfólkatrot á fiskavirkjum, men her vera starvsfólk send til hús.

 

 Als ikki gott!

 

Sirið Stenberg,

 

Tjóðveldi