Títt persónliga frælsi

Sum ein framsøkin rødd, vil eg vera tín rødd á løgtingi, tá um persónliga frælsið ræður.

 

Persónliga frælsið snýr seg nógv um at hava møguleika at skipa sítt lív, soleiðis sum einum hóvar best. Og undir hesum evninum er neyðugt at arbeiða við skatta- og avgjaldsmálum, barsilsmálum og bústaðarmálum, soleiðis at hin einstaki hevur ein veruligan møguleika at velja, hvussu hann ella hon skipar seg.

 

Men tað er eisini sera týdningarmikið at standa á vakt fyri tey grundleggjandi frælsisvirðini: savningarfælsið, talu- og skrivifrælsið, trúarfrælsið og samvitskufrælsið annars, sum skulu vera okkum tryggjað sambært grundlóg.

 

Vilt tú hava eina rødd, sum til eina og hvørja tíð vil verja og halda vakt yvir tínum persónliga frælsi, so vel  meg til løgtingsvalið, hin 8. desember.

 

 

 

Hanna Jensen, Framsókn