Tóku ungan drong á ólógligum prutli

14 ára gamal koyrdi á ólógligum prutli uttan hjálm

Tá løgreglan í gjár gjørdi málrættað áták ímóti prutlum á Sandi, var ein 14 ára gamal drongur tikin, tá hann koyrdi á prutli, sum bygnaðarliga broyt – ella sum vit fyrr søgdu »tunað«. Drongurin hevði ikki aldur at koyra prutl, og hann hevði ikki hjálm.

Tá løgreglan setti prutlið á rullifjølina vísti tað seg, at tað kundi koyra 55 km um tíman.

Løgreglan tók nummarplátuna av prutlinum. Skrásetti eigarin fær bót fyri at hava loyvt ov ungum persóni at koyra við prutlinum, og foreldrini fingu boð um tað.