Toppdysturin endaði javnur

TALV: Tað er stórur spenningur í 1. deild - bæði í toppi og botni. Tað er støðan eftir dystirnar í fimta umfari, sum vórðu telvaðir í hølum Havnar Telvingarfelags á Finsen í dag

Toppdysturin millum Havnina og Sandavágur er júst byrjaður á Finsen. Á fremru borðunum síggjast teir fýra, sum telvaðu flestu dystirnar á OL-landsliðnum fyri sløkum hálvum ári síðani. Á 1 borði Helgi Dam Ziska (vm) og Rógvi Egilstoft (hm). Innanfyri Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen. Dysturin endaði javnur 2- 2. Havnarmenn varðveita tí tepru leiðsluna í oddastríðnum. Liðini møtast aftur í seinasta umfari í mars. | Mynd: Katrin Apol

Tað er stórur spenningur í 1 deild - bæði í toppi og botni. Tað er støðan eftir dystirnar í fimta umfari, sum í vórðu telvaðir í hølum Havnar Telvingarfelags á Finsen í dag.

 

 

 


Í oddanum syrgja havnarmenn og sandavágsmenn sum vant fyri undirhaldinum og hørðu FM-orrustuni, og í niðaru hálvu er óvanliga hørð kapping í ár.

 


Toppdysturin endaði 2 - 2. Á 1 borði var liðugt beinanvegin. Longu eftir sjey leikir beyð stórmeistarin remis. Rógvi, sum er heima úr Spania, tók av.

 


Á øðrum borði var afturímóti drúgvur og harður dystur millum teir báðar, sum í vár togaðust um FM-heitið í finaluumdysti. Føroyameistarin vann eina finnu í miðtalvinum, men Høgni gav honum dygt mótspæl. Luitjen býtti snildisliga tunga fólkið upp fyri at loysa spenningin í støðuni, men brátt sást, at meirfinnan veitti honum ongan fyrimun í endastalvinum. Tvørturímóti ráddi hjá báðum í allari tíðarneyðini um at hava tunguna mitt í munninum, tí telvast skuldi ógvuliga beint fyri at varðveita javnvágina. Eisini remis á øðrum borði.

 


Á 3 borði vann Havnin. Martin Poulsen trýsti spakuliga við svarta fólkinum Silas aftur í heldur kroysta støðu, og til endans var eingin vón hjá honum at bjarga støðuni. Rutinan hjá fleirfalda føroyameistaranum tóktist gera munin.

 


Á 4 borði javnaði Sandavágur. Tann ungi Jón í Horni Nielsen telvaði sera væl og sannførandi við svarta fólkinum, og spældi Sjúrð Thorsteinsson út av borðinum. Sjáldan at Sjúrður, ið vanliga er so tryggur og varin, fær slíka viðferð.

 


Úrslitini í hinum báðum dystunum lagaðu seg so, at rættiligur spenningur er kyknaður upp millum aftaru liðini. Bara eitt hálvt stig skilir tey trý liðini í hesum stríði.

 


A-liðið hjá Klaksvík vann tryggan 3-1 sigur á B-liðnum hjá Havnini. Ólavur Simonsen gekk undan sum gott fyridømi við flottum sigri á 1 borði.

 


Kollafirðingar fingu fyrsta sigurin í ár. Við einum vala liðavriki koppaði unga kollafjarðarmanningin B-liðnum hjá Klaksvík.

 


Meira kann síggjast - millum annað leikirnir í talvunum - á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

 

 


1 deild - 5 umfar (12 januar)

 


Havnin - Sandavágur 2 - 2

Helgi Dam Ziska - Rógvi Egilstoft ½ - ½

Luitjen Akselsson Apol - Høgni Egilstoft Nielsen ½ - ½

Martin Poulsen - Silas Eyðsteinsson 1 - 0

Sjúrður Thorsteinsson - Jón í Horni Nielsen 0 - 1

 


Klaksvík - Havnin B  3 - 1

Ólavur Simonsen - Herluf Hansen 1 - 0

Rani Baldursson - Margar Berg 1 - 0

Heðin Gregersen - Elias Petersen ½ - ½

Terji Petersen - Suni Merkistein ½ - ½

 


Kollafjørður - Klaksvík B. 2½ - 1½

Árant Djurhuus - Wille Olsen ½ - ½

Rógvi Mørkøre - Ingolf Gaard ½ - ½

Karl M. Dahl - Rani Nolsøe 1 - 0

Markus Jacobsen - Tummas M. Sólsker ½ - ½

 


Støðan

Havnin 15½ stig

Sandavágur 14½

Klaksvík 11½

Klaksvík B. 6½

Kollafjørður 6

Havnin B. 6

 

 

 


Vágamenn kós móti 1 deild

 


Sandavágs Talvfelag ætlar sær aftur at hava tvey lið í bestu deildini. Teir eru í løtuni besta boðið upp á ein vinnara í 2. Deild. Í dag vunnu teir móti teimum í Runavík.

 


Toftamenn snávaðu í oddastríðnum. Heldur óvæntað noyddust teir at dvína fyri blaðungu manningini hjá Havnar Telvingarfelag.

 

 

 


2 deild - 5 umfar (12 januar)

 


Kongshavn (Runavík) - Sandavágur 1 - 3

Brandur Højgaard - Bernhard Augustinussen 0 - 1

Henrik W. Joensen - Jón Atlason 0 - 1

Meinhard Danielsen - Ingi Wiberg ½ - ½

Zaid Al-Jay - Jónfinn Thomsen ½ - ½

 


Klaksvík - Havnin 2½ - 1½

Einar Gregersen - Øssur Joensen ½ - ½

Rókur Davidsen - Poul Poulsen 1 - 0

Flóvin M.Tummasarson - Jaspur T. Gaard 0 - 1

Rógvi Heinason Olsen - Jón Andreasen 1 - 0

 


Havnin B. - Toftir 2½ - 1½

Súni Jacobsen - Andrias Danielsen 0 - 1

Petur G. Magnussen - Bogi Ziska ½ - ½

Brestir Samuelsen - Andreas Andreasen 1 - 0

Eyðun L. Staksberg - Sigurd Joensen 1 - 0

 


Støðan

Sandavágur 12½ stig

Klaksvík 11

Havnin B. 10½

Toftir 10

Havnin 8½

Kongshavn (Runavík) 7½

 

 

 


Hinar deildirnar

 


Veðrið darvaði aftur telvingini í dag, og ein dystur í 3 deild var útsettur. Í løtuni er ikki greitt, um allir dystir vórðu telvaðir í 4 deild.

 

 

 


3 deild - 5 umfar (12 januar)

Dysturin Vestmanna - Gøta útsettur til 23 januar.

Rókur - Kollafjørður 1 - 3

Havnin - Sandavágur 0 - 4

 


Úrslitini í 4 deild eru ikki komin enn.

 

 

 


Hálvleikur

 


Liðkappingin er nú komin í helvt. Farið verður undir seinnu leikhálvu um tvær vikur. Kappingin endar 22 mars. Telvað verður soleiðis í seinnu hálvu:

 


26. januar (6. umfar)

9. februar (7. umfar)

23. februar (8. umfar)

9. mars (9. umfar)

22. mars (10. umfar)

 

 

 

 

 

Toppdysturin millum Havnina og Sandavágur er júst byrjaður á Finsen. Á fremru borðunum síggjast teir fýra, sum telvaðu flestu dystirnar á OL-landsliðnum fyri sløkum hálvum ári síðani. Á 1 borði Helgi Dam Ziska (vm) og Rógvi Egilstoft (hm). Innanfyri Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen. Dysturin endaði javnur 2- 2. Havnarmenn varðveita tí tepru leiðsluna í oddastríðnum. Liðini møtast aftur í seinasta umfari í mars. | Mynd: Katrin Apol