Toyota hevur selt flestar bilar

Uppgerðin hjá Akstovuni vísir, at Toyota er mest seldi bilur í Føroyum í ár.

Seldir eru 73 Toyota bilar. Næstur Toyota er Nissan við 66 bilum og Volkswagen við 61 bilum.

Um vit bara taka apríl, so er tað Renault, sum liggur á odda við 47 bilum. Hyundai er nummar tvey við 28 og Nissan og Toyota nummar 3 við 25 bilum.