Talan er um Toyota Proace Max, sum er ein væl útgjørdur og praktiskur vørubilur við góðum koyrieginleikum og lastievnum.
Bilurin er vælkoyrandi og kvikur og ber vektina væl. Endamálið hjá Toyota er at nøkta tørvin hjá sínum vinnukundum. Toyota ger nógv burtur úr ljóðdoyvingini við serligari bjálving millum førarahúsið og vørurúmið.
Toyota Proace Max fæst í trimum ymiskum longdum og trimum ymiskum hæddum. Tann størsti hevur eitt vørurúm á tilsamans 17 m³ við góðum møguleikum til at lasta bilin.
Hurðarnar eru stórar, og har er lætt at koma til.
Síðuvindur er nakað sum ofta merkist so væl á stórum vøruvognum. Her hevur Proace Max eina skipan, sum ger, at síðuvindurin ikki merkist so væl.
Skipanin samstarvar við bremsuskipanina á bilinum. Við at regulera bremsutrýstið stabiliserast bilurin alla tíðina, tá ferðin fer upp um 65 km/t.
Hetta er nakað, sum veruliga merkist undir koyring.
Í diesel-útgávunum fæst Proace Max við 140 og 180 hk. Sum elbilur hevur hann 270 hk og koyrir 420 km við eini løðing.
Koyrieginleikarnir eru góðir, og eins og aðrir elbilar er hann sera kvikur- eisini, um hann er lastaður. Hesin kann sleipa ein viðfestisvogn sum vigar upp til 2.400 kg.
Hjá Reyni Service verður sagt, at tey væntandi fáa teir fyrstu Toyota Proace Max í november.
##med2##
##med3##