Aftur í fjør var Toyota mest seldi bilur í Føroyum. Tað sæst í uppgerðini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt støðuna upp um ársskiftið.
Toyota er á odda við 254 seldum bilum – og tað er neyvt sama talið, sum árið fyri, í 2022, tá Toyota eisini seldi 254 bilar og var á fremsta plássi.
Volkswagen er á øðrum plássi við 203, og Hyundai er á triðja plássi við 186 bilum.
Topp 10 listin fyri 2023 sær soleiðis út:
TOYOTA: 254
VOLKSWAGEN: 203
HYUNDAI: 186
FORD: 164
RENAULT: 150
VOLVO: 117
MERCEDES-BENZ: 115
NISSAN: 110
SUZUKI: 96
KIA: 72
Og topp 10 listin fyri desember mánað var hesin:
VOLKSWAGEN: 26
VOLVO: 11
FORD: 10
MERCEDES-BENZ: 10
SKODA: 10
TOYOTA: 6
BMW: 5
HYUNDAI: 5
AUDI : 4
BYD: 4