Nýggj myndabók verður løgd fram í Williamsstovu í morgin

Klokkan 16 í morgin fer Andreas Mouritsen at leggja fram nýggja myndabók í Gallarí Williamsstovu

Mynd: Andreas Mouritsen

Tyrluskiparin og myndamaðurin, Andreas Mouritsen sum áður hevur givið út snotuliga myndabøkurnar: "Á Veingjum" og "Á Veingjum II" fer nú at fullføra sítt hattrick, og fer at leggja triðju myndabókina fram í morgin.

 

Talan er í stóran mun um loftsmyndir. 

 

Myndabókin hjá Andreasi verður løgd fram í Gallarí Williamsstovu klokkan 16 mikudagin 1. november.

 

Williamsstova er niðriundir hjá Myndlist, ið liggur beint við handilin, Marjun Heimá í Niels Finsensgøtu í miðbýnum í Havn.

 

HER  ber til at hoyra eina samrøðu Miðlahúsið gjørdi við Andreas í 2014, tá tann fyrsta myndabókin kom út.

 

HER  ber til at hoyra eina samrøðu Miðlahúsið gjørdi við Andreas í 2016, tá onnur myndabókin kom út.

 

##med2##

 

 

Mynd: Andreas Mouritsen