Familjutænastan er viðgerðartilboði fyri familjur, har endamálið er at fyribyrgja, at børn verða sett heiman.
Camilla er útbúgvin sálarfrøðingur við løggilding. Í løtuni starvast hon sum funktiónsleiðari á Barna- og Ungdóms Psykiatriini á Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan økið, millum annað við at leiða viðgerðarstarvsfólk við ymiskum yrkisføri og at arbeiða við familjum í viðbreknari støðu. Camilla hevur danska/norska bakgrund, men hevur síðani 2019 búð í Havn, har hon býr saman við familju síni. Hon tosar føroyskt.
Fyrsta uppgávan hjá Camillu verður at byggja upp nýstovnaðu Familjutænastuna, og at ganga undan at skapa eina stovnsmentan, sum stuðlar undir at tryggja trivnað og sunna menning hjá børnunum, so tey kunnu møta framtíðini við lívsgleði.
Tað eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Kommunufelagið, sum fyrr í ár gjørdu av at seta á stovn Familjutænastuna. Familjutænastan er fyribyrgjandi fyriskipan, sum veitir ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum, og sum fegnar vilja hava hjálp. Familjutænastan fer at arbeiða í tøttum samstarvi við barnaverndartænasturnar, og skal eisini bjóða døgnviðgerð og gera kanningar fyri barnaverndartænasturnar.