Tríggjar kvinnur 20 ára starvsdag

Fyrr í vikuni høvdu heili tríggjar kvinnur 20 ára starvsdag á dagstovninum við Kráir í Hvalvík. 

 

Talan er um tær tríggjar, Mary Eiðisgarð, Birnu Álaberg og Anna Mariu Sivertsen, sum hava megnað at hildi saman og arbeitt lið um lið í heili 20 ár. 

 

At hava 20 ár á baki er sanniliga ein mílasteinur, sum við vissu hevur við sær nógvar royndir og vitan.

 

Hetta skrivar sunda.fo.

 

Sunda kommuna takkar fyri drúgva tænastu og vónar, at tit halda á fram í nógv ár afturat, skrivar sunda.fo.