Trump hóttir Kina við eyka tolli

Um Kina ikki tekur sín hevndartoll aftur móti USA, fer Trump at hækka tollprosentið móti landinum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir Kina við einum tolli uppá 50 prosent afturat, eftir at Kina boðaði frá, at tað fór at hevna seg móti hækkaða tollinum hjá USA. Á myndini síggjast Donald Trump og kinesiski forsetin Xi Jinping.  (Arkivmynd). - Mynd: Mandel Ngan, Pedro Pardo/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at leggja 50 prosent toll afturat á Kina. Hetta skrivar hann í einum uppslagi á Truth Social.

Boðini frá Trump koma eftir at Kina í síðstu viku, sum svar uppá hækkaða amerikanska tollin, valdi at hevna við einum eyka tolli uppá 34 prosent á øllum amerikanskum vørum frá 10. apríl.

Hvítu Húsini vátta fyri AFP, at tey 50 prosentini verða løgd afturat longu ætlaða tollinum á 34 prosent fyri Kina, sum Trump legði fram í síðstu viku.

Í uppslagnum leggur Donald Trump eisini dent á, at allar samráðingar við Kina um teirra "ynsktu fundir" við USA eru avlýstar.

Umvent fara amerikansku samráðingarnar við onnur lond, sum sambært Trump eisini hava biðið um fundir, í gongd beinanvegin, skrivar forsetin.

Hóttanin hjá Trump kemur eftir enn ein dag, har amerikanski partabrævamarknaðurin lat upp við munandi afturgongdum.

Væntað varð frammanundan, at partabrævamarknaðirnir fóru at verða merktir av stórum afturgongdum mánadagin, sum úrslit av fráboðaðu hevndargerðini hjá Kina móti hækkaða tollinum hjá USA á vørur úr einum breiðum úrvali av londum.

Tollhamarin hjá Trump fall av álvara í síðstu viku, tá hann kunngjørdi ein almennan toll á øllum innflutningi uppá tíggju prosent. Harumframt boðaði hann frá eyka tolli fyri eina røð av ávísum økjum og londum, eitt nú Kina.

Trump hevur leingi pástaðið, at onnur lond "nýta" USA. Hann sær hægri toll sum ein hátt at rætta ójavnan, sum hann heldur vera.

Eins og USA hava partabrævamarknaðirnir í Evropa og Asia eisini verið fyri munandi kurslækking í dag.

Eftir at virðisbrævamarknaðurin í Frankfurt læt upp klokkan 9, fall fremsta týska DAX-vísitalið við næstan tíggju prosentum.

Ein líknandi afturgongd sást á keypsskálanum í Keypmannahavn, har C25-vísitalið var lækkað við 7,3 prosentum eftir fyrstu fimm minuttirnar av handlinum.

Kursfallini í dag í Evropa og USA komu eftir eina nátt við stórum falli á partabrævamarknaðunum í Asia. Her lækkaðu fremstu partabrævavísitølini í Japan, Kina og Suðurkorea við millum 4,8 og 8 prosentum.

 

/ritzau/ 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir Kina við einum tolli uppá 50 prosent afturat, eftir at Kina boðaði frá, at tað fór at hevna seg móti hækkaða tollinum hjá USA. Á myndini síggjast Donald Trump og kinesiski forsetin Xi Jinping.  (Arkivmynd). - Mynd: Mandel Ngan, Pedro Pardo/Ritzau Scanpix