Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og forsetin, Donald Trump

Trump: - Mánadagin kemur ein fráboðan um Russland

Tíðindastovan NTB sigur seg ikki vita, hvat tað er, sum amerikanski forsetin sipar til í sínari útsøgn um Russland

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og forsetin, Donald Trump

Keith Kellogg, sum er serligi sendimaðurin hjá USA í Ukraina, fer mánadagin til Ukraina, har hann skal verða í eina viku.

 

Tað vita ukrainsku myndugleikarnir í dag at siga..

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í dag sagt, at hann fer at koma við einari "stórari" russlandskunngering mánadagin.

 

Tíðindastovan NTB, sum skrivar um hetta, sigur seg ikki vita, hvat tað er, sum amerikanski forsetin sipar til í hesari útsøgn.

 

- Donald Trump hevur áður sagt, at hann umhugsar at seta revsititøk í verk móti Russlandi, veit NTB at siga.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio og forsetin, Donald Trump