Tað sigur hon í stórari samrøðu í Sosialinum hesaferð. Og Gitte Klein er ikki í iva. Hon heldur, at vit skulu avmarka skíggjanýtsluna hjá børnum og ungum. Hesi ráð byggir hon á gransking innan økið. Eisini hevur Fólkaheilsustýrið gjørt tilmæli um skígg janýtslu til børn, har mælt verður til, at børn, yngri enn 3 ár, als ikki skulu nýta skíggja, og annars at avmarka skíggjanýtsluna, og at foreldur eru saman við børnum, tá tey brúka skíggja.
Júst hetta er eisini høvuðsboðskapurin hjá Gitte Klein, sum heldur fast um, at loysnin er at tosa við smáu børnini, so tey fáa eitt orðaval og læra at seta orð á støður.
– Tí tað er týdningarmikið, at børnini brúka sítt mál virkið og ikki bara sita og hyggja passiv inn í ein skíggja og lurta, sigur hon og vísir á, at tað er týdningarmikið at vera saman við børnunum, tá tey sita framman fyri skíggjum fyri at vegleiða tey, bæði í mun til málið men eisini í mun til innihaldið, sum børnini verri enn so altíð skilja Tað er umráðandi, at foreldrini hjálpa barninum at flyta tað, tey síggja á skíggjanum inn í teirra kontekst, so tað, tey síggja, gevur meining.
– Um barnið situr einsamalt framman fyri skíggjan, so fáa vit ikki rætta barnið, um tað sigur okkkurt skeivt.
– So loysnin er, at vit vaksnu eru har og samskifta og vegleiða, tí tá menna tey fatanarligu og málsligu førleikar sínar.
##med2##
Skíggjanýtsla ávirkar føroyska málið
Nógv av tilgilda tilfarinum til børn á netinum er á enskum, og tí eru fleiri børn sera kring í enskum orðum, og hetta ávirkar føroyska málið.
– Tí børn sum hava nógva skíggjanýtslu læra ensk orð áðrenn føroysk orð – og hetta er ikki rætta mannagongdin, tí tað er umráðandi, at barnið hevur eitt gott føroyskt mál, áðrenn tað skal læra enskt, sigur Gitte Klein.
– Vit læra mál við at samskifta, tað er ikki nóg mikið at hyggja inn í ein skíggja, tí skíggin er passivur, og barnið brúkar ikki málið, og tá verður málsliga menningin avmarkað.
Víðari vísir Gitte Klein á, at málið í filmum, Youtube v.m er minni fjølbroytt enn í eini bók, har høvundurin brúkar fleiri ymisk orð at lýsa tað sama, ið gevur barninum eitt fjølbroytni í talaða málinum við at lesa bøkur, sigur hon.
Lesið stóru samrøðuna við Gitte Klein í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldara kunnu lesa á sos.fo við at logga á vil haldaranummarinum