Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumuts tosaði í grønlendskum í maimánaði. Tað setti í gongd kjakið um at tosa á móðurmálinum í Fólkatinginum. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Trupult at týða sjálvan broddin til danskt

Nýggja skipanin við at tulka til danska fer at gera tað trupult hjá grønlendskum politikarum at týða kjarnan í tí, sum sagt verður, til danskt.

 

Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumuts tosaði í grønlendskum í maimánaði. Tað setti í gongd kjakið um at tosa á móðurmálinum í Fólkatinginum. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað sigur grønlendski politikarin Markus E. Olsen, sum hevur boðað frá, at hann fer at tosa á móðurmálinum í Fólkatinginum.

– Tú tú ert tvímæltur, so tekur tað tvífalt so langa tíð at umseta til danskt og harvið fer broddurin í tít, tú ætlaði tær at fáa fram, sigur Markus E. Olsen.

Hann heldur tí ikki, at tað nóg vott, at hann sjálvar skal umseta, tá hann stendur á røðarapallinum.

– Eg er ikki sjálvur tulkur ella málkønur. Tí haldi eg, at tað er best, um vit lata tey tulka, sum eiga at tulka, sigur hann.

Markus E. Olsen er varamaður fyri grønlendsku fólkatingskvinnuna Aki-Matilda Høegh-Dam úr flokkinum Siumut.

Tað var hon, sum setti kjakið í gongd, tá hon tosaði á móðurmálinum í Fólkatinginum í maimánaði.

Markus E. Olsen stúrir mest fyri ikki at fáa boðaskapin út í Fólkatingssalin, tá hann skal røða á donskum.

– Tað er best, at talan verður umsett neyvt, sum hon er. Men tað er ikki nóg nógv tíð til at umseta alt til danskt, sigur hann.

Men sambært fólkatingsformanninum, Søren Gade, fer tulking uttanífrá at vera ov dýr. Tað sigur hann í samrøðu við Danmarks Radio.

– Ein av orsøkunum er reint praktisk, at so skulu vit byggja Fólkatingið um fyri góðar 40 milliónir krónur, og tað er ov dýrt, sigur hann í samrøðuni.

Harumframt er ikki nóg mikið av tulkum, til at tað kann gerast, sigur hann.

Hin føroyska fólkatingskvinnan, Aaja Chemnitz, úr Inuit Ataqatigiit hevur ikki trupulleikar við at tosa á donskum í Fólkatinginum. Og tað hava føroysku fólkatingsumboðini, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale heldur ikki.

– Eg fari at tosa á donskum, men eg fari tó framvegis at brúka grønlendsk hugtøk, sigur hon.

Anna Falkenberg segði við in.fo í morgun, at hon ætlar sær ikki at taka av tilboðnum. Sjúrður Skaale segði við in.fo í morgun, at tað kann væl vera, at hann onkuntíð fer at tosa á føroyskum, og at hann fer at brúka skipanina við at umseta tilfar hjá honum millum føroyskt og danskt.

/ritzau/

 

Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumuts tosaði í grønlendskum í maimánaði. Tað setti í gongd kjakið um at tosa á móðurmálinum í Fólkatinginum. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix