Týskland hevur ikki vunnið EM síðani 1996

EM24: Vertirnir hava hugflogið í hópinum, men spurningurin er um tað røkkur til eitt finalupláss

Týskland, sum ikki hevur vunnið EM síðani 1996, er vertur fyri fyrstu ferð í 36 ár. Tað hevur ikki tænt Týsklandi væl at sleppa undan bólkaspælinum. Týskland hevur ikki spælt kappingardystir síðan í bólkaspælinum til HM í 2022 og gongdin í venjingardystunum var so vánalig, at Hansi Flick bleiv koyrdur. Alvinnandi venjarin í Bayern München er fyrsti týski landsliðsvenjarin, sum er sendur til hús.

 

Týskland hevur funnið formin júst í røttu tíð. Við sigrum á Hollandi og Fraklandi fyrr í ár hevur “Die Mannschaft” birt eina vón um EM-gull á heimavølli. Týskland var vertur fyri HM í 2006, men tá vóru øll samd um, at bronsan var eitt gott úrslit. Tað er ivasamt, um týskarar halda tað sama nú.

 

Hópurin og venjarin

 

Nýggjur venjari er 36 ára gamli Julian Nagelsmann, sum er yngsti venjarin nakrantíð til eitt EM-endaspæl. Hann hevur sannført 34 ára gamla Toni Kroos um at taka landsliðsgaggurnar av hillini aftur.

 

Við spælarum sum Antonio Rudiger og Jonathan Tah í verjuni, Joshua Kimmich, Florian Wirtz og Ilkay Gündogan á miðjuni, og Jamal Musiala og Kai Havertz longri frammi hevur Julian Nagelsmann nógv at velja ímillum.

 

Stjørnuspælarin er Jamal Musiala. 21 ára gamli framrættaði miðvallarin hjá Bayern München er eitt talent í heimsflokki, sum kann verða munurin millum eitt finalupláss og ikki. Hann er framúr á bóltinum og tað verður brúk fyri honum at skapa málmøguleikar.

 

Føroyar hava spælt móti Týsklandi fýra ferðir og tapt hvørjaferð. Tey flestu munnu minnast 2-1 tapið í Hannover í 2002 og skotið hjá Hjalgrími Elttør. Eisini á Tórsvølli var nær við javnleik. Á veg til HM-sigurin í 2014 vann eitt stjørnupakkað týskt lið tvær ferðir 3-0 móti Føroyum.

 

Týskland er ein av favorittunum at vinna EM. Teir eru í bólki A saman við Skotlandi, Sveis og Ungarn. Bæði tí tað er á heimavølli og tí liðið hevur funnið stevið til røttu tíð. Eitt finalupláss er ikki óhugsandi.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Manuel Neuer (Bayern München)

 

Marc-André ter Stegen (Barcelona)

 

Oliver Baumann (Hoffenheim)

 

Verjan:

 

Joshua Kimmich (Bayern München)

 

Antonio Rüdiger (Real Madrid)

 

Nico Schlotterbeck (Dortmund)

 

Jonathan Tah (Leverkusen)

 

Robin Koch (Frankfurt)

 

Maximilian Mittelstädt (Stuttgart)

 

David Raum (RB Leipzig)

 

Benjamin Henrichs (RB Leipzig)

 

Waldemar Anton (Stuttgart)

 

Miðvallarar:

 

Ilkay Gündogan (Barcelona)

 

Chris Fürich (Stuttgart)

 

Pascal Gross (Brighton)

 

Robert Andrich (Leverkusen)

 

Leroy Sané (Bayern München)

 

Jamal Musiala (Bayern München)

 

Toni Kroos (Real Madrid)

 

Florian Wirtz (Leverkusen)

 

Emre Can (Dortmund)

 

Álop:

 

Niclas Füllkrug (Dortmund)

 

Kai Havertz (Arsenal)

 

Deniz Undav (Stuttgart)

 

Thomas Müller (Bayern München)

 

Maximilian Beier (Hoffenheim)

 

Venjari: Julian Nagelsmann (Tyskland)

 

Skráin:

Týskland – Skotland (14. juni klokkan 20.00)

 

Týskland – Ungarn (19. juni klokkan 17.00)

 

Sveis – Týskland (23. juni klokkan 20.00)