Føroyska U17-landsliðið fekk ein góðan enda á EM-undankappingina í Ligu B.
Føroyar vunnu 2-1 á vertstjóðini, Malta. Samstundis vann Bulgaria 2-0 á Luksemborg í sama bólki, so Føroyar endaðu á næstfremsta bólkinum við fýra stigum. Bulgaria vann bólkin við niggju stigum. Luksemborg hevur fyra stig, men verri málúrtøku enn Føroyar. Føroyar hava málmunin 2-2, meðan Luksemborg hevur málmunin 2-3. Malta endaði aftast við ongum stigi.
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen legði Føroyar á odda við einum brotssparki í 20 minutti, og Páll Müller økti til 2-0 í 47. minutti. Silas B. Joensen legði upp til málið. Malta minkaði um munin í 75. minutti.
##med2##
Fyrstu 11:
1 Tróndur Sjúrðarson (M)
2 Silas Bjarnason Joensen
3 Jens Eiler Samsson
4 Jóel Tróndargjógv
5 Rasmus Helgason
6 Eyðtór Eyðsteinsson Joensen
8 Djóni Sivertsen (L)
9 Páll Müller
13 Dennis Anghel
15 Diktus Olsen
17 Jógvan í Skála
Kelda: FSF