Tað er hálvleikur í søguliga U21 HM-bronsudystinum millum Føroyar og Svøríki í Katowice Arena í Katowice.
Støðan er javnleikur 12-12 í steðginum. Svøríki var frammanfyri 12-9, men seinastu sjey minuttirnar megnaðu Føroyar at halda Svøríki frá at skora.
Aleksandar Lacok hevur havt nógvar bjargingar, og Óli Mittún hevur við seks málum gingið á odda í álopinum, sum so mangan fyrr.
Tíverri hava okkara brent tvey brotskøst, og í nøkrum førum hava føroysku leikararnir verið óhepnir, har góðar skotroyndir hava rakt svenska træverkið.
Málskjúttar: Óli Mittún 6/11, Trúgvi Hávardsson 2/2, Høgni Heinason 1/1, Ísak Vedelsbøl 1/2, Búi Poulsen 1/3, Niklas Gaard 1/3.
Bjargingar: Aleksandar Lacok 9/21 (43 prosent).