Gjørt verður klárt til at heiðra U21 HM-bronsuvinnarunum, ið fara at lenda vesturi í Vágum í kvøld. Í morgin klokkan 17 verður helst rokandi fult av fólki á Vaglinum í Havn, tá Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan skipa fyri móttøku og heiðursløtu fyri óføru ungu hetjunum.
Endastøðurnar hjá øllum 32 liðunum í HM-endaspælinum í Póllandi gjørdust hesar. Mótstøðuliðini hjá Føroyum í kappingini eru í skráskrift:
- Danmark
- Portugal
- FØROYAR
- Svøríki
- Týskland
- Egyptaland
- Slovenia
- Noreg
- Spania
- Frakland
- Eysturríki
- Kroatia
- Sveis
- Ungarn
- Rumenia
- Japan
- Serbia
- Ísland
- Pólland
- Algeria
- Tunesia
- Marokko
- Argentina
- Suðurkorea
- Norðurmakedonia
- USA
- Brasil
- Bahrain
- Saudiarabia
- Uruguay
- Meksiko
- Kanada
Fýra norðurlond eru millum átta tey fremstu liðini. Íslendingar taptu finaluna um forsetabikarið, og máttu taka til takkar við einum 18. plássi.