Umboð frá Fiskaaling á fjórða árliga fundinum hjá AquaVitae

Samstarvsfelagar í AquaVitae í Florianópolis, Brasil til fjórða árliga fundin í verkætlanini. Myndir: CETMAR, F. do Nascimento & Fiskaaling

AquaVitae verkætlanin hevði herfyri sín fjórða árliga fund í býnum Florianópolis í Brasil. 68 fólk vóru við úr 13 ymiskum londum. Tey umboðaðu vinnuligar fyritøkur og granskingarstovnar, ið eru við í verkætlanini. Frá Fiskaaling luttóku Gunnvør á Norði og Sandra Ljósá Østerø. Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, var eisini við á fundinum.

 

Hetta skrivar fiskaaling.fo.

 

AquaVitae er ein EU Horizon 2020 verkætlan, har ið endamálið er at økja um framleiðsluna av føði úr Atlantshavinum við at økja um burðardygga framleiðslu av djórum og plantum, sum eru niðarliga í føðiketuni. Fimm virðisketur eru við í verkætlanini; tari, samaling, ryggleys djór, skeljadjór og fiskur. Fundurin snúði seg um hvat er gjørt higartil í verkætlanini, og hvat er eftir at gera.

 

Eitt av úrslitunum frá verkætlanini, ið varð víst fram á fundinum, er eitt ókeypis opið kandidat skeið á netinum, ið snýr burðardygga aling av djórum og plantum, sum eru niðarliga í føðiketuni. Skeiðið, ið tekur umleið 10 vikur, er klárt at taka.

 

Skipað varð fyri tveimum útferðum á túrinum, tann fyrra var ein vitjan á granskingarstøðini hjá universitetinum Universidade Federal de Santa Catarina (UFSC). Her sóu tey vitjandi aling av skeljum, rækjum og fiskum. Serliga áhugavert var at síggja eina roynd, ið tey gjørdu við samaling av fiski, rækjum og tara á landi. Seinna útferðin var til eitt ostru alibrúk. Florianópolis veitir 90% av ostru larvunum til ostru framleiðsluna í Brasil.

 

Tríggjar føroyskar fyritøkur luttaka í verkætlanini, Ocean Rainforest, Sjókovin og Fiskaaling umframt at stórur partur av arbeiðinum sum Fiskaaling hevur gjørt er í samstarvi við Hiddenfjord. AquaVitae er ein 4 ára long verkætlan, ið endar seinni í ár. Ein endafundur verður í Írlandi um mánaðarskifti novembur/desembur. 

 

 

 

Í sambandi við AquaVitae verkætlanina hevur Fiskaaling:

 

 

Á www.fiskaaling.fo er neyvari kunning og fleiri myndir at síggja.

 

 

 

Samstarvsfelagar í AquaVitae í Florianópolis, Brasil til fjórða árliga fundin í verkætlanini. Myndir: CETMAR, F. do Nascimento & Fiskaaling