Umboðar nú eisini Peugeot, Citroën, Opel og Fiat

BERG MOTORS: – Tann 1. februar tvífalda vit úrvalið av bilmerkjum við kendu dygdarmerkjunum Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional. 

Tað skrivar bilasølan Berg Motors í tíðindaskrivi í morgun.

 

Frammanundan umboðar Berg Motors merkini Suzuki, Subaru, JAC, BYD vørubilar, Aiways og Scania.

 

Sostatt fara heili 10 bilmerkir at verða savnaði á einum og sama stað.

 

Eftirspurningurin eftir elbilum er vaksin nógv, og tí eru vit sera fegin um at umboða framskygdar og sterkar bilframleiðarar, ið eisini bjóða bilar, ið verða riknir við varandi orku. 

 

Samstundis sum vit víðka munandi um úrvalið av persónbilum, kunnu vit eisini bjóða eitt sera breitt úrval av vørubilum.

 

Vit fegnast tískil um at kunna bjóða landsins helst breiðasta úrval av bilmerkjum og modellum. Frá tí allar minsta elektriska býarbilinum til tann størsta lastbilin. 

 

Vit gleða okkum til at bjóða verandi- og nýggjum viðskiftafólkum vælkomnum á okkara bilasølu- og verkstað.

 

– Kom inn á gólvið til eitt prát, fylg við á heimasíðu okkara www.bm.fo og á okkara sosialu miðlum, skrivar Berg Motors, sum heldur til á Staravegur 1 á Hálsi í Havn.