Umborð á HDMS Triton at sláa tunnu

Í mong, mong ár hevur verið siðvenja, at daskt verjuskip liggur við bryggju á Tvøroyri hesa ársins tíð, og at boðið verður almenninginum umborð at sláa tunnu.

 

Soleiðis verður eisini í ár, skrivar Tvøroyar kommuna.

 

Tíverri lá ikki fyri hjá HDMS Triton at vera her í síðstu viku, men manningin vildi ikki forsøma gomlu siðvenjuna og tí er gjørt av at stevna inn á Trongisvágsfjørð í komandi viku.

 

Tað er okkum tí ein stór gleði at kunna boða frá, at sunnudagin 16. mars frá kl. 13:00 – 15:00 eru øll børn í Suðuroynni hjartaliga vælkomin umborð á HDMS Triton at sláa tunnu. Manningin gleðir seg til at síggja glað og grýluklødd børn og familju umborð og vónar at øll fáa ein góðan dag saman. Hjartaliga vælkomin, skrivar tvk.fo.

 

Um siðvenjuna: Annika Hvanngarð hevði eitt áhugavert uppslag á Facebook, fyrr í vikuni. Gamlar myndir eru eisini viðfestar. Sí her https://www.facebook.com/share/p/15zwBpEzMk/