Manchester United skal byggja ein nýggjan leikvøll við plássi fyri 100.000 áskoðarum.
Hetta skrivar felagið á heimasíðuni í dag.
Síðani 1910 hevur felagið havt sín heimavøll á Old Trafford, sum liggur í sama øki, sum ætlanin er at byggja nýggi leikvøllurin.
- Núverandi leikvøllur okkara hevur tænt okkum frálíkt í 115 ár, men hann passar ikki longur til bestu leikvallir í ítróttarheiminum.
- Við at byggja við síðuna av núverandi staðseting, kunnu vit varðveita kjarnuna í Old Trafford og skapa ein nýmótans leikvøll, sum fer at broyta fjepparaupplivingina, bert nøkur fá fet frá núverandi heimstaði okkara, sigur ein av eigarunum í felagnum, Jim Ratcliffe.
/Ritzau/