Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par er á gulllaksaveiði.
- Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hjáveiði, serliga toski og longu.
Soleiðis hevur verið sagt um upsaveiðina seinnu árini. Spurningur er, nær - ella um - upsin kemur aftur, sum hann plagdi.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og báðir koma væntandi inn at landa í næstu viku.
- Ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi, og ein liggur við bryggju.
Í løtuni eru eisini tveir av teimum smáu trolbátunum á landleiðini, og ein er norðanfyri.
- Trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski. Væntandi landa allir trolbátarnir síðst í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtsku.
- Fiskiskapurin er brúkiligur, og øll skipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.