Soleiðis sigur Aksel V. Johannsen í samrøðu við Sosialin um »tjóðarsemjuna«, sum hon hevur verið nevnd, semjan millum allar flokkar um, at Føroyar skulu hava uttanríkispolitiskar heimildir. Ein semja, sum Sambansflokkurin tó ikki tekur undir við, tí hann er bangin fyri, at hinir flokkarnir ætla at loysa frá Danmark.
Aksel V. Johannsen sigur, at summi so fegin vilja seta ávís orð á hetta, men sambært honum er tað innihaldið, sum tað snýr seg um.
– Kaj Leo Holm Johannesen kallaði tað ríkjafelagsskap, tá hann tosaði um tað í ólavsøkurøðuni í 2012, og tað kann man gott kalla tað. Tað snýr seg um at fáa uttanríkispoltisku heimildirnar, og tað eru allir flokkar samdir um.
– Men vit eru fimm flokkar, sum eru samdir um, at skulu vit fáa tað, so er neyðugt at broyta okkara status í mun til tað, sum vit hava í dag, sigur løgmaður.
– Fyri tað fyrsta, so er grundlógin ein forðing fyri, at vit kunnu fáa altjóða limaskapir.
– Fyri tað næsta, so kunnu vit ikki, sjálvt um grundlógin ikki skuldi verið ein forðing í onkrum føri, so er hon ein forðing í so at siga øllum felagsskapum uttan WTO.
– Hjá øllum øðrum felagsskapum er tað eitt krav, at talan skal vera um eina sjálvstøðug lond fyri at fáa limaskap.
Varðveita kortini øll viðurskifti við Danmark
Løgmaður sigur, at tey eru samd um, at vit ikki eiga at broyta nakað annað við hesi semjuni.
– Tað er ikki soleiðis, at ríkisveitingin dettur burtur, ella at vit skulu yvirtaka tey málsøki, vit enn ikki hava yvirtikið. Men at Løgtingið akkurát sum í dag, kann minka ríkisveitingina, um meiriluti er fyri tí. Ella yvirtaka málsøki, sum vit ikki hava yvirtikið enn. Tað er tað, sum tað yvirskipað snýr seg um, sigur løgmaður.
Hann sigur, at tey í januar høvdu ein fund í samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland. Har var semja um – og ein niðurstøða á fundinum um, at tey trý londini skuldu saman hyggja eftir, hvussu man kundu gera eina nýggja skipan, sum tryggjaði, at tey trý londini vóru javnbjóðis og tryggjað, at Føroyar og Grønland høvdu tær uttanríkispolitisku heimildirnar.
– Tað var orsøkin til, at arbeiðið fór í gongd, sigur løgmaður.
Men síðani tá er so nógv hent í Grønlandi. Tey hava fingið nýtt landsstýri, har tað virkar sum um, at tey eru vorðin meira varin, tí tey eru kroyst av støðuni við USA.
Men spurdur, um løgmaður hevur fingið nakað lyfti frá donsku stjórnini ella frá forsætisráðfrúuni sigur hann, at tað hevur hann ikki.
– Uttan tað, at tey í januar vóru sinnað til eina skipan, har tað eru trý javnsett lond, og vit fáa tær uttanríkispolitisku heimildirnar, sum vit hava tørv á, sigur hann.
Tað var annars í setanarørðuni í Fólkatinginum í 2023, at Mette Frederiksen nevndi eina nýggja skipan í ríkisfelagsskapinum, har talan var um trý sjálvstøðug lond.
Løgmaður vísir á, at Mette Frederiksen sjálvandi kann hava sína hugsan, men at hon er partur av eini stjórn við tveimum øðrum flokkum, so tað hevur eisini týdning, hvat samstarvsfelagar hennara halda um málið, og kemur tað til samráðingar, so má stjórnin sjálvandi tryggja sær stúðul í Fólkatinginum, sum kundi verið gjørt í uttanríkispolitisku nevndini.
Danmark missir nakað sum Danmark ikki brúkar
Vit spyrja: Tað vil siga, at vit broyta alt, men broyta einki?
– Ja, faktiskt. Vit hava nakrar flokkar, sum eru loysingarflokkar, sum vilja loysing fyri einhvønn prís. Og so hava vit aðrar flokkar, sum halda, at tað eru avgjørdir fyrimunir í felagsskapinum við Danmark. So kann man fáa semju um, at vit fáa tær formellu heimildirnar, sum vit kunnu fáa við at broyta status frá at vera eitt sjálvstýrandi land til at vera eitt sjálvstøðugt land, og annars varðveita teir fyrimunir sum felagsskapurin gevur okkum. Tað er har, vit eru. Tað kann man fáa semju um í Føroyum, so er spurningurin, um danir ganga við til tað, sigur Aksel V. Johannesen.
Tað merkir, at Danmark skal avgeva suverenitet í Føroyum, ein suverenitet, sum Danmark ikki nýtir, men kann nýta. Men tað sum hevur týdning fyri Danmark er verju- og trygdarpolitikkurin.
Við Føroyum og serliga Grønlandi verður Danmark ein lyklaleikari í altjóða samstørvum. Og sambært løgmanni ber tað væl til at gera samstarv við Danmark um verju- og trygdarpolitikk, og at vit eru partur av NATO limaskapinum hjá Danmark. Tað gjørdi Ísland í 1918, og soleiðis hava eisini onnur oyggjalond gjørt.
Standa flokkarnir saman í Føroyum so ber tað til
Men trýr løgmaður uppá, at ber til at gera ein slíka semju í Føroyum?
– Ja, um flokkarnir í Føroyum standa saman, so ber tað til. Men skrædnar í Føroyum, so standa vit ov veik. Men standa vit saman, so fer danska stjórnin fyrr ella seinni at siga ja til eina slíka skipan.
– Tey missa jú í veruleikanum einki, tey missa bara nakað, sum tey ikki brúka, vísir hann á.
Løgmaður sigur víðari, at tað sum tey uppliva umaftur og umaftur, er stríðið um handilsavtalur. Øll landsstýrið royna tað tey kunna at gera nýggjar handilsavtalur, men vit fáa ongar handilsavtalur.
– Vit standa altíð aftast. Vit eru ikki so spennandi marknaður við 55.000 fólkum, og tá eru vit ikki serliga áhugaverd í mun til aðrar marknaðir. Skulu vit fáa allar tær handilsavtlur, vit hava tørv á, so er nógv tann einfaldasti mátin at knýta okkum til okkurt størri, heldur løgmaður.
– Ein møguleiki er sjálvandi ES, men tað er tað ikki undirtøka fyri í Føroyum, uttan at vit kanska kundi fingið samstarv við ES, sum eg ikki skal útiloka at tað ber til. Men EFTA er tað mest upplagda, heldur løgmaður.
– EFTA hevur umframt handilsavtalu við ES, 33 aðrar handilsavtalur. So hevði okkara vinna verið javnsett við øll grannalondini, tá tað kemur til útflutning. Og tað er øgiliga trupult, so leingi vit hava tann status, vit hava, at koma við í slíkar felagsskapir, vísir løgmaður á.
Men er tað púra útilokað at hugsa um føroyskan limaskap í ES?
– Har er so avbjóðingin tann, at vit vilja ikki verða limur í ES. Eg dugi ikki at siga, um tað ber til at vera partur av handilsfelagsskapinum hjá ES, men so skulu øll tey 27 limalondini vera við upp á tað, og hvat fær ES burtur úr tí, fara tey kanska at spyrja.
– Tí er EFTA meira ein sannlíkur møguleiki, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.