Úr savninum: 15 ár síðani Høgni og Jóannes góvu hvørjum øðrum jólagávur

22. desember í 2007 vóru Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal gestir í jólasending hjá Eyðuni Klakkstein á gamla Rás2

Mynd frá 2008

22. desember í 2007 vóru farin meir enn níggju ár, har formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal og formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard høvdu havt mangan politiskan orðadrátt.

 

Fyrst undir fullveldissamgonguni 1998-2004, tá Høgni var varaløgmaður og Jóannes var í andstøðu, og eftir tað undir fyrru ABC-samgonguni 2004-2007, tá Jóannes var løgmaður og Høgni var í andstøðu.

 

22. desember í 2007 vóru Jóannes og Høgni gestir hjá Eyðuni Klakstein í Rásarúminum á gamla Rás2. Við sær høvdu teir hvør sína jólagávu.

 

HER  ber til at hoyra sendingina hjá Eyðuni Klakstein á gamla Rás2 frá 22. desember í 2007.

 

Aftaná løgtingsvalið 19. januar í 2008 skipaðu Jóannes og Høgni CHE-samgonguna saman við Miðflokkinum 4. februar, 16 dagar aftaná valið. Samgongan slitnaði longu 26. september sama árið. Eftir tað var seinna ABC-samgongan skipað.

 

Nú er samgonga millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn skipað.

 

Ein av núverandi tinglimunum hjá Tjóðveldi er sonur Jóannes, Erling Eidesgaard.

 

 

 

Mynd frá 2008