Útgávukonsert: Lea Kampmann við sínari fyrstu føroysku útgávu

Tørvurin at tora at vera tú liggur undir nýggju og sera persónligu útgávuni hjá Leu Kampmann, Seinferð. Tí syngur hon á føroyskum. 21. september kl. 20 hevur hon útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.

Tíðindaskriv:

 

Seinferð er fyrsta útgávan hjá Leu Kampmann á føroyskum. Seinferð er vorðin til í samstarvi við Teit Lassen. Fyrstu hugskotini til útgávuna vórðu til, meðan Lea var sjúkrameldað frá Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn orsakað av strongd og royndi at leita aftur til sín sjálvs. Ein dagin í desembur sótu hon og Teitur í upptøkuhølunum í Hoydølum og hugdu at kavaflykrunum, sum dalaðu og løgdu seg á sprossar, tekjur og greinar uttanfyri. Tá avgjørdu tey at fara undir eina útgávu, sum skuldu vera ein atfinning ímóti skjótu ferðini í samfelagnum.

 

“Eg visti, at tað einasta, sum fór at gera meg fríska, var at loyva mær sjálvari at liva, skriva og syngja í seinferð, sigur Lea “At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg, falla og at tora at vera eg á málinum, eg segði eg elski teg á fyrstu ferð.”

 

Við Leu á pallinum eru tónleikararnir Sara Flindt, Lukas Loeb og Aske Frydenlund-Vad umframt ein strúkikvartett, mannað av Ragnari Festirstein, Atla Ellendersen og Biritu Dam. Pallsetingina hevur Ellen Ahnefeldt gjørt.

 

Á konsertini verður høvi at ogna sær plátuna og eitt hefti við tekstum og hugleiðingum um útgávuna, sum er gjørt í samstarvi við Kirstin Helgadóttir. Harumframt kanst tú fáa tær ein temunn við serligum "Seinferð-tei" úr føroyskum urtum áðrenn konsertina.

 

Keyp atgongumerkið á nlh.fo