Var á valfundi í Nolsoy mikudagin, har stjórin hjá Strandferðsluni segði frá, hvussu ringur standurin var á gomlu ferjunum, og at viðlíkahaldi gerst bara dýrari og dýrari.
Tørvur er at fáa endurnýggja flotan beinavegin. Eg vísti á júst hettar í Nolsoy, og segði at Fólkaflokkurin ynskti at gera tað beinavegin. Hettar hava fólkini á útoyggj uppiborið, tí tey hava verið ómetaliga tolin. Men nú er nokk, og skal hettar raðfestast beinavegin.
Latið okkum nú sleppa at gjógnumføra júst hettar.
Í Føroyum skal altíð verða gott at búgva, eisini fyri tey sum búgva á útoyggj.
X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Útoyggjarnar skulu ikki gloymast

