Tað er stórt trýst á fleiri av okkara vælferðartænastum vegna starvsfólkatrot og ov vánaligum arbeiðsumstøðum. Vælferðartænasturnar og tey starvsfólkini, ið starvast har, tryggja grundarlagið undir okkara samfelagi og okkara arbeiðsmarknaði. Vit mugu hækka lønirnar og bøta um arbeiðsumstøðurnar. Gera vit ikki tað, so er vælferðin í veruligum vanda.
Sambært temafrágreiðing hjá Búskaparráðnum í 2021 fara vit komandi 10 árini at hava tørv á 706 fulltíðar starvsfólkum afturat verandi starvsfólkahópi í eldrarøktini, 188 sjúkrarøktarfrøðingum afturat í sjúkrahúsverkinum, 500 fulltíðar starvsfólkum í almannaverkinum afturat verandi starvsfólkahópi. Samstundis er væntandi, at eini 2-300 av teimum, sum í løtuni starvast í almannaverkinum, fara frá vegna aldur hesi árini.
Vit uppliva eisini, at dagstovnar onkuntíð mugu lata aftur, tí at tað ikki er nóg mikið av starvsfólki. Vit megna ikki at halda dagstovnalógina nú, sum ásetur, at starvsfólkabýtið skal vera minst 2/3 námsfrøðingar og í mesta lagi 1/3 av hjálparfólki.
Starvsfólkatrotið í kjarnuvælferðini er ein tann størsta avbjóðingin í Føroyum í løtuni. Skulu vit frameftir halda vælferðarsamfelagnum á sama støði og helst á betri støði enn nú, so er tað alneyðugt, at hetta fær høga politiska raðfesting.
Í Tjóðveldi vilja vit:
- gera eina lønarpulju við 50 mió, sum skal nýtast at hækka lægstu lønirnar
- útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar við at taka fleiri flokkar upp á Setrinum og á Heilsuskúlanum
- tryggja rættin at arbeiða fulla tíð
- stytta arbeiðsvikuna
Hervør Pálsdóttir,
Valevni fyri Tjóðveldi