Vælkomið lítla barnið

Eg sat og hugdi eftir Degi og viku, mitt í øllum stíður kvinna fram og presenterar seg at vera eitt av stavnafólkunum frá Amnesty.

 

Henda daman reyðaði av, at hon hevði rópt neyðarróp út um landoddarnar fyri, at fáa hjálp til , at bæsa óføddum børnum.

 

Í míni verð, er hatta stór vanærulig skomm, sum Amnesty ger.

 

Kvinnan ráða yvir egnum kroppi

 

Tað er í fínasta ordan, men kvinnan skal ikki ráða yvir tí ófødda barninium, hon ber undir belti. Amnesty skal ikki avgera, um hetta barn skal hava rætt at liva.

 

Hon var ikki einsamøll at seta hetta lítla vidundurið í verðina.

 

Um tað skal vera loyvt at týna eitt barn, bara tí mamman og pápin ikki tíma at vera bundin, so vælsignaðu tit, brúkið okkurt fyribyrgjandi.

 

Góðu tit politikkarar, latið okkum standa saman og geva tí ófødda barninum eina hond og ynskja teimum vælkomnum.

 

Hetta, sum nú er frammið um fosturtøku er ræðandi. Tað fer kalt eftir rygginum at sita og lurta eftir slíkari vemmuligari propaganda.

 

Eg kenni foreldur persónliga, sum hava gjørt hetta og eru blivin sálarliga sjúk av hesum. Dagurin, har barnið varð tikið, stendur sum ein ræðsla fyri teimum.

 

Einki kann kallast ein modernað fosturtøkulóg.

 

Stendur um lív hjá mammuni, er tað gjørt, so vítt eg veit, og at barnið er tikið. Ella í øðrum føri so sum neyðtøka

 

Eg eigi børn, abbabørn og langabbabørn. At husa sær, at um nakað av hesum elskuligu børnunum høvdu fingið noktandi møguleika til lívið! Hvat hendir hesum modernaða menniskjanum.

 

Amnesty

 

Eg sum helt, at hetta var verjan, at fólk høvdu rætt til lívið. Eru hetta barbarar? Nei, eg bara spyrji.

 

Eg havi mist alla virðing fyri hesum felagsskapinum og vil einka hava við tey at gera.

 

Sólvit

 

Minst til, latið ikki tykkum ræða av útsagnum hjá hesum fólkunum.

 

Góði Sólvið einki kann eita ein modernað forstutøkulóg. Eingin hevur rætt til, at taka fostur bara sum fyribyrging.

 

Vit klynga okkum øll til lívið og tað ger ófødda barnið eisini.

 

Eg lurtaði eftir eini útvarpssending, har Mirjam Carlsen varð spurd um hetta evnið. Hon visti, hvat hon tosaði um! Ein kvinna, sum hevur arbeitt á føðideildini meginpartin av lívinum. Leitið sendingina fram og lurtið og skammið tykkum Amnesty.

 

Eg minnist við gleði, tá eg sá barnið sparka í búkinum á mammuni fyrstu ferð. Vit blivu foreldur, eg var 19 ár og konan 18 ár.

 

Latið okkum einda við hesum fáu orðum:

 

Eg havi væl loyvi at liva, ja, líka so væl sum tú.

 

 

 

Ein sjokeraður

 

Fyrverandi løgtingsmaður

 

 

 

Gerhard Lognberg

 

 

 

p.s. hevur ein mamma ikki møguleika at forsyrgja hesum lítla hjálparsleysa barninum, skal tað almenna lofta og hjálpa móður og barni.