Var ríkiliga heitur í Steinatúni í nátt

Hóast vit eru mitt í tíðini, tá fleiri jólaborð eru, hevur hetta eftir øllum at døma ikki elvt løgregluni so mong høvuðbrýggj.

Og tó.

 

Tað vildi verið løgið, um einki er og einki hevur verið, tá nógv fólk eru í býnum, og onkur kanska fær ríkiligt uppí høvdið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at okkurt var undir uppstarti í Steinatúni seint í nátt, tá fólk vóru farin til hendurs.

 

- Tað eydnaðist løgregluni, sum kom framvið, at køla fólkini niðuraftur, men her var ein persónur, sum var ríkiliga heitur.

 

Løgreglan sigur, at neyðugt var at taka henda eina persónin við á støðina, og viðkomandi sleppur ikki útaftur, fyrr enn hann er vaknaður og kólnaður aftur.

 

- Tá verður tað so eisini við einari bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, leggur vaktleiðarin aftrat.